Ætla at útflyta heilivág

Apoteksverkið hevur fingið fyrispurningar úr útlondum um at framleiða heilivág. Apotekið ætlar at fara undir at gera heilivág til útflutnings. Talan er um heilivág, sum verður framleiddur í so mikið smáum nøgdum, at tað loysir seg ikki hjá teimum stóru heilivágfyritøkunum at gera hann.

Heri Mørkøre, landsapotekari, sigur við Útvarpið, at Apotekið kann ikki fara undir framleiðsluna í verandi hølum og við verandi útgerð, og tí er ætlanin at fáa nýggja útgerð í øðrum hølum.

Landsapotekarin sigur, at tey hava fingið fyrispurningar úr Danmark og Íslandi um at gera ymsan heilivág, og hann heldur møguleikarnar fyri útflutningi vera góðar. Hann vil kortini ikki seta nøkur tøl á enn.