Royndi víkarmaðurin, Hans Pauli Samuelsen, sum fram til kappingarárið í 2015 bert hevði umboða barndómsfelagið EB/Streym, hevur seinastu trý árini verið í útlegd í EB/Streymi. Merkisvert er, at Hans Pauli Samuelsen hevur vunnið FM-heitið øll árini, sum hann hevur verið burtur í EB/Streymi. Fyrst í 2015 við B36 og síðani í 2016 og 2017 við Víkingi.
Fantastiskt at vera aftur
Í vetur vendi Hans Pauli Samuelsen, sum nú er vorðin 33 ára gamal, aftur til barndómsfelagið, EB/Streym. Hans Pauli Samuelsen sigur, at hann alla tíðina hevur havt ætlanir um at enda sína fótbóltsyrkisleið í barndómsfelagnum, EB/Streymi.
-Tað er fantastiskt at vera aftur í EB/Streymi – orduliga gott. Eg havi alla tíðina sagt, at eg vildi enda mína fótbóltsyrkisleið í EB/Streymi, og tað ætli eg eisini. Men nær tað verður, dugi eg ikki at siga enn. Eg haldi at tað sær spennandi út hjá felagnum við einum projektið, har felagið verður bygt upp aftur. Projektið minnir eitt sindur um, tá vit fyrst í 2000 árunum eisini bygdu upp, og tað var spennandi at vera partur av. Hans Pauli Samuelsen, sum serliga gleðir seg at spæla heimadystir á Eiði aftur, vónar at hann fær givið eitt sindur av rutinu inn til EB/Streyma liðið.
Lesið alla greinina um Hans Paula Samuelsen og EB/Streym í Fótbóltsblaðnum hjá Sosialinum, sum hesa vikuna er komið út á gøturnar.