Ætlaði at rýma til Føroya

Íslendska løgreglan tók fyrr í vikuni ein mann, sum ætlaði sær til Føroya, hóast hann hevur fingið forboð fyri at fara úr Íslandi. Maðurin, sum er úr Litava, sat í varðhaldi í sambandi við eitt rúsevnamál til tann 22. mars. Tá slapp hann úr varðhaldinum, men fekk forboð fyri at fara av landinum.

Kortini keypti maðurin sær ferðaseðil til Føroya, men eftirlitið steðgaði honum, og nú skal hann sita í varðhaldi til tann 28. mai, skrivar Morgunblaðið.

Sambært blaðnum ætlaði maðurin sær ikki at steðga í Føroyum, men at halda leiðina fram til Bretlands, har hann býr.