Ætla ikki at keypa partrolarar

Hvørki Tummas Justinussen ella Jónsvein Knudsen, reiðarar, hugsa um at keypa skipini, ið hoyrdu til Maru Seafood, men fóru undir hamaran mikudagin

Sosialurin hevur tosað við Tummas Justinussen úr Leirvík og Jónsvein Knudsen úr Runavík. Báðir eru reiðarar, men hvørgin av teimum hugsar um at keypa partrolararnar, ið fóru av knóranum mikudagin.

- Vit fara ikki at keypa skipini. Tey kunnu ikki bera seg á nakran hátt. Oljuprísurin er ov høgur og fiskiskapurin alt ov lítil. Okkara skip hava heldur ikki koyrt nakað serliga væl í seinastuni, so vit hava ongan áhuga, sigur Jónsvein Knudsen.

Tummas Justinussen er púra samdur við reiðaranum í Runavík.

- Tað verður nokk ongin av hinum reiðarunum, sum keypir tey. Allir eru útpíndir, og ongin hevur áhuga í at keypa tey. Mann klárar kanska at hóra undan við tí, sum mann hevur, men tað verður helst ongin, ið víðkar virksemi. So vit hava ongan áhuga at keypa tey, greiðir Tummas Justinussen frá.


Keypi nú

Tað hava fleiri ferðir verið røddir frammi, har millum onnur løgtingslimirnir, John Johannesen og Tórbjørn Jacobsen, hava borðið fram, at tað er ov torført at sleppa inn í fiskivinnuna. Reiðararnir meta, at nú kunnu hesir keypa.

- Tað verður nokk onkur búskaparfrøðingur, ið keypir skipini. Nú verða nokk av skipum og nokk av døgum, so nú skuldu øll sloppið framat, sigur Tummas Justinussen.

Eisini Jónsvein Knudsen er av hesi hugsan.

- Tað er altíð soleiðis, at tá skip koma til sølu, er ongin, sum vil keypa. Tá tað gongur væl vilja øll keypa skip, men tá tað gongur illa er ongin sum bjóðar seg fram. Nú kunnu øll tey, sum hava tosa um, at tað er ov ringt at koma inn í fiskivinnuna, koma framat, metir Jónsvein Knudsen.

Gongur illa í vinnuni

Sambært reiðarunum er tað sera tungt at dríva skip, ið fiska undir Føroyum, í løtuni.

- Tað hevur verið sera tungt. Serliga seinasta ársfjórðingin, men vit fara ikki at selja skipini hjá okkum. Vit hava fingið boð uppá tey fyrr, men vit trúgva uppá, at tað skal ganga, sigur Tummas Justinussen, sum er reiðari hjá partrolarunum, Polarhavi og Stjørnuni, ið fiska undir Føroyum.

Hinvegin hugsar Jónsvein Knudsen, ið er reiðari hjá skipunum, Sigrun og Jens Leon, um at selja skipini, um hóskandi boð kemur.

- Tað hevur ikki gingið væl í seinastuni, so tað kundi meira enn so hent seg, at eg selji skipini. Eg vil ikki vera nakar dómadagsprofetur, men tað er møguleiki fyri at fleiri skip fara komandi tíðina, metir Jónsvein Knudsen. Sum heldur tað vera løgi, at fólk skulu hava so ilt av, at tað hevur gingið væl seinastu árini, tí tey, sum hava klára seg, hava sett nógv uppá spæl.