Danska dagblaðið, BT, visti fyrradagin at siga, at felagið hjá Toda Jónssyon, FCK, nú hevur ætlanir um at keypa seg inn í Tivoli.
FCK, ella Parken Sport & Entertainment sum felagið veruliga eitur, hevur í fyrsta umfari ætlanir um at keypa 43% av partapeninginum frá Carsberg, sum hevur fráboðað, at teir ætla sær at selja sín part í hesum árinum.
Harumframt er ætlanin, at felagið eisini skal keypa tey átta prosentini av partapeninginum, sum Den Danske Bank eigur, soleiðis at talan í alt verður um 51% og harvið samlaða avgerarrættin í Tivoli.
Ikki bara fótbóltur
Frammanundan hevur FCK keypt danska tjóðarvøllin, Parken, og sum navnið sipar til, so er tað eisini annað enn fótbóltur, sum er á skránni í felagnum.
Stjóri felagsins, Flemming Østergaard, sigur eisini, fótbóltsdeildin ikki er týdningarmesta inntøkukelda felagsins. Eydnast tað veruliga at keypa Tivoli, gerst fótbólturin ein alsamt minni partur av felagnum, men hinvegin kann hetta eisini vera við til at tryggja, at raksturin sjálvur gevur yvirskot, og at tað tískil ikki er neyðugt at selja bestu leikararnar, fyri at hava felagið koyrandi.
Hóast Tivoli ikki hevur havt serliga góð roknskapartøl at víst á seinastu árini, so er talan framhaldandi um munandi peningaupphæddir, sum skulu leggjast á borðið, um keypið skal gerast veruleiki. Serfrøðignar á økinum rokna við, at talan verður um einar 400 mió.kr., umframt at tað eisini er vanligt við einum eykagjaldi, tá keypari fær fullan avgerarætt í einum felag.
Í kapping við Disneyland
BT leggur tó dent á, at enn er einki avgjørt hesum viðvíkjandi, og sjálvur hevur Flemming Østergaard sagt, at hann avjgjørt ikki hevur nakrar viðmerkingar til málið.
Framman undan hevur ljóðað, at bæði útlendskir og danskir keyparar hava víst áhuga, men danir vilja sjálvsagt helst, at Tivoli skal verða verandi á donskum hondum.
Millum útlendsku keypararnar, sum hava víst áhuga, eru bæði Disneyland og Michael Jackson, so tað kundi væl hent seg, at keypspeningurin verður væl hægri enn omanfyri nevnt.
Um keypið kann viðføra, at leikararnir sleppa ókeypis inn í Tivoli, sigur søgan tó einki um.