Ætla skjótt í gongd

Tilmæli um, hvussu Vágatunnilin skal gerast, er latið landsstýrismanninum í samferðslumálum. Gongur eftir ætlan, kann sáttmáli um sjálva tunnilsgerðina undirskrivast við árslok

Mælt verður til at gera undirsjóvartunnilin undir Vestmannasundi eftir somu linjum, sum ætlanin var í 1989.

Tað sigur leiðslan í P/F Vágatunnlinum í tilmæli til aðalfundin, sum hildin var í seinastu viku.

Samlaða koyrilongdin, tá tunnil og íbindingarvegir eru íroknaðir, verður 6,8 km. Av hesum verður sjálvur tunnilin 4,7 km.

Samlaði kostnaðurin er mettur at verða 240 milliónir krónur. 200 milliónir til tunnil og hinar 40 milliónirnar fara til vegagerðina.

Dávid Reinert Hansen, stjóri í P/F Vágatunnlinum, sigur, at hendan linjan, stungin varð út í 1989, er mjúkari og slættari, enn onkur onnur, sum seinni hevur verið upp á tal.

Hendan linjan, nú aftur er upp á tal, fer inn har, ásett er í Leynum, og kemur upp aftur sunnan fyyri Kálvadalsá sunnan fyri Fútaklett.


Frægasta loysnin

Dávid Reinert Hansen sigur, at kannað hevur verið, um aðrir møguleikar eru fyri sambandi um Vestmannasund.

Millum annað hevur møguleikin fyri heingibrúgv verið uppi og vent. Og úrslitið av hesum kanningum er, at undirsjóvartunnilin tykist vera tað frægasta.

Bæði sum íløga og í rakstrinum, sigur David Reinert Hansen, stjóri í P/F Vágatunnlinum.

Í tilmælinum til aðalfundin verður sagt, at tær forkanningar og projekteringar, sum gerast skulu, væntandi verða lidnar í oktober í ár.

Tann politiska viðgerðin eigur at verða liðug í november. Mett verður víðari, at útbjóðing og samráðingar um sáttmála kunnu byrja fyrst í komandi ári, og sjálvt arbeiðið í juni komandi ár.


Arbeiðið bjóðast út

Leiðslan í Vágatunlinum mælir til, at arbeiðið verður boðið út í Norðanlondum. Løgd verður tó tann treyt við, at arbeiðið skal gerast í samstarvi við føroyskar arbeiðstakarar.

Eitt sindur av varsemi mælir nevndin í P/F Vágatunnlinum tó til, tá hugsað verður um undirgrundina, farast skal ígjøgnum.

Sagt verður í tilmælinum, at jarðfrøðisliga grundarlagið eins og tekniska projektið verður dagført við atliti til nýggjastu royndirnar innan undirsjóvartunnil í Íslandi og Noregi.


Fígging

Fíggingin er komin upp á pláss, sigur Dávid Reinert Hansen.

160 milliónir verða játtaðar á fíggjarlógini við 20 milliónum árliga yvir átta ár. Restin verður lænt úr Íleggingargrunninum, tí sonevnda 60 Milliónagrunninum. Sostatt verður øll íløgan fíggjað í Føroyum, sigur stjórin í P/F Vágatunnlinum.

Lánið skal sjálvandi gjaldast aftur, og tað verður eftir ætlan tikið inn aftur við nýtslugjaldi ella bummpengum.

Dávid Reinert Hansen sigur, at teir hava mett, at tá fast samband kemur, verður inntøkan av ferðsluni um Vestmannasund eini 15 - 30% hægri, enn hon er í dag. Og tað skuldi kunnað fíggjað tunnilin.

Men tað ber tó ikki til bara uttan víðari at fara undir hetta arbeiðið, metir nevndin. Mælt verður til, at ein anleggslóg má samtykkjast, ið staðfestir játtan, útvegar neyðugar heimildir v.m. og sum gevur grundarlag fyri at geva lánveitarum neyðugu trygdina.


Val av linju

Tá ætlanin um undirsjóvartunnil var fyri í 1989, vórðu ymsir møguleikar kannaðir, hvar tunnilin skuldi gerast.

Komið varð tá fram til, at byrjast skuldi oman fyri Leynar og komast út aftur sunnan fyri Fútaklett.

Hesa linjuna, hevur nevndin fyri Vágatunnilin eisini valt.

Dávid Reinert Hansen sigur, at tvær høvuðsgrundir tala fyri hesum valinum.

Hendan linjan er mjúkari og slættari enn hin norðara. Mett verður tí, at ferðslan fer at glíða betri eftir hesi linjuni.

Í øðrum lagi slepst undan, at øll ferðslan vestur í Vágar skal beinast um Leynar og Stykkið, sum hon hevði verið, um tann norðara linjan varð vald.

Norðara linjan hevði farið niður millum Sunnaru og Norðaru Gjógv Streymoyarmegin og komið upp aftur beint norðan fyri Fútaklett.

Hóast hendan leiðin í fyrstu atløgu tykist tann styttra, og í handilshøpi tann bíligara, liggja jarðfrøðiligar kanningar til grund fyri, at hon varð slept.

Eisini slepst, sum sagt, undan ferðsluni í Leynum og á Stykkinum. Og at enda slepst undan at gera omankoyring gjøgnum bratta lendið norðan fyri Kvívík.

Í niðurstøðuni viðvíkjandi vali av linju sigur nevndin soleiðis:

»Samanumtikið er mett, at frægast er at fara undir at gera undrisjóvartunnil millum Streymoynna og Vágoynna eftir sunnaru linjuføring. Hendan linjan er væl kannað undan 1989; við endurskoðan 1998/99 verður hon mett at vera væl egnað út frá jarðfrøðisligum sjónarmiði; og við dagføring er projekt tøkt fyri tekniskar installatiónir o.t.«


Jarðfrøðin

Sum vera man er undirgrundin sera umráðandi, tá farið verður undir at bora ein slíkan tunnil.

Tí hevur ráðgevandi verkfrøðingafelagið O. T. Blindheim endurskoðað tað jarðfrøðiliga tilfarið, sum fingið varð til vega í 1989.

Teirra niðurstøða er í stuttum, sigur nevndin fyri Vágatunnilin, at verandi tilfar er rættiliga nøktandi. Mett verður tó, at við nakað av ískoytis kanningum ber til at fáa heilt nágreiniliga vitan um tilfarið undir Vestmannasundi.

Tað kann fáast við royndarboringum og seismikskjóting.

Hetta er neyðugt, siga verkfrøðingarnir, til tess at geva teimum, sum skulu bjóða upp á arbeiðið, so fullfíggjað tilfar sum gjørligt, og harvið minka um óvissuna í tilboðum teirra.

Eisini er avtala gjørd við ráðgevandi felag um endurskoðan av tekniska projektinum.

Hetta fyri at tryggja, at royndirnar, sum hava verið gjørdar hesi seinast 10 árini, verða tiknar við í arbeiðið, sum nú fer í gongd. Kannað verður, hvussu arbeiðið best kann gerast í tillaging við umhvørvið.

Tá alt tað er komið upp á pláss, kann sjálvt arbeiðið bjóðast út.

Mett verður í tíðarætlanini, at arbeiðið tilsamans fer at taka eini trý - fýra ár.

Roknað verður við, at um fyrireikingarnar byrja á heysti 1999, kann koyrast undir Vestmannasundi á vári ár 2003