Ætlaðu at lúgva fyri politinum

Tvær fullar kvinnur sum koyrdu útav uppi í Hoyvík sunnunáttina, royndu til fánýtis at fáa vitni til at siga seg hava koyrt bilin. Nú eru báðar tvær skuldsettar fyri rúsdrekkakoyring.

Tvær fullar kvinnur tímdu eftir øllum at døma ikki at ganga allan vegin oman í býin úr Hoyvík sunnunáttina. So tær tóku bilin, koyrdu útav vegnum og vóru knappliga høvuðspersónar í einum ferðsluóhappi. Tær sóu nú fyri sær, at koyrikortini vóru í vanda, og settu tær seg í samband við ein persón, sum gekk framvið, og royndu at fáa hann at átaka sær ábyrgdina, við at siga at hann koyrdi bilin. Tá hetta miseydnaðist gjørdu tær av ikki at fortelja løgregluni hvør teirra koyrdi. Men hetta gongur ikki, tí sambært vakthavandi á politistøðini verða báðar tvær skuldsettar fyri rúsdrekkakoyring, um tær ikki siga hvør teirra koyrdi. So nú kunnu tær báðar vænta sær at missa kortið.

Hendingin fór fram uppi í Hoyvík, har tær í allari hálkuni fóru skríðandi omaneftir brøttu Mannbrekku, sleingjandi úr á Hvítanesvegin og síðani víðari omaneftir – fyrst upp á gongubreytirnar og síðani upp á oyggjarnar. Til endans steðgaði bilurin uppi á høvdini yvir plantaguni, og fór til alla lukku ikki útav aftur, tí har er sera bratt omanav.