Ætlan um minnisvarða á Glyvrum

Eitt av seinastu málunum, sum býráðið í Runavík viðgjørdi fyri kommunuvalið, var eitt um at reisa ein minnisvarða á Glyvrum. Kommunan hevði nevniliga fingið eina áheitan frá Rasmusi Glyvradal um at skipa so fyri, at ein minnisvarði kundi verðið reistur yvir glyvramannin Niels Jacobsen.

Tað sum sermerkti henda mannin var at hann var ættfaðir hjá glyvrafólki.

Á fundi frammanundan hevði mentanarnevndin samtykt at seta ein arbeiðsbólk at arbeiða víðari við málinum. Nevndin skjeyt upp at manna eina nevnd til hetta, og at hesi trý skuldu manna hesa: Maria Jacobsen, Regin Jacobsen og Rasmus Glyvradal.

Á býráðsfundinum 30. oktober varð samtykt at beina málið aftur í mentanarnevndin.

Glyvrar er gomul bóndabygd sum er nevnd longu í 1584. hon kann vera eldri enn tað.