Ætlan um morðroynd í Danmark

Iransk fregnartænasta ætlaði eina morðroynd á ein danskan ríkisborgara í Danmark

Iransk fregnartænasta ætlaði eina morðroynd mótir einum persóni, ið býr í Danmark. Hetta endaði við at ein norskur ríkisborgari, upprunaliga úr Iran, bleiv handtikin í samband við morðroyndina. Norski ríkisborgarin noktar seg sekan í málinum.

 

 

 

Iransk fregnartænasta hevur enn ætlanir um morðroyndir á danskar ríkisborgarar, sigur Finn Boch Andersen, stjórin á PET. Hann vil vera við at hóttanin ikki er yvirstaðin, hóast handtøkuna av norska ríkisborgaranum.

 

 

PET hevur, í samstarv við PST í Norra og SAPO í Svøríki, kannað málið nærri. Norski ríkisborgarin var handtikin í Svøríki, maðurin er varðhaldsfongslaður í Keypmannahavn framm til 8. novembur. 

 

 

 

Tann 28. septembur lá alt Danmark stilt, trafikkur var steðgaður, almenn ferðsla var avlýst, og Stórabelti og Øresunds brúnnar vóru stongdar. Hetta orsaka av einum svenskum leigubili, sum stakk av frá umráðnum PET metti at persónarnir sum vóru í vanda hildu til. Talan var um ein stolnan leigubil av slagnum Volvo, sum av tí sama setti brádliga trygdarvirksemi í gongd.

 

Volvo bilurin vísti seg tó ikki at hava nakað samband við Iransku fregnartænastuna ella morðroyndirnar.