- Yvirgangsmenninir ætlaðu at søkja at stórhandlum og jarnbreytastøðum í høvuðsstaðnum, segði forsetin í Filipsoyggjun-um, Gloria Arroyo, við BBC í gjár. Hon legði afturat, at ein tílík atsókn hevði uttan iva kravt líka nógv mannalív sum atsóknin í Madrid 11. mars.
Løgreglan hevur tikið fýra menn í sambandi við avdúkingina, og hildið verður, at teir hava samband við tann muslimska yvirgangs-felagsskapin Abu Sayaf. Hesin felagsskapurin stríðist fyri sjálvsstýri har suðuri í Filipsoyggjunum. Hann er best kendur fyri sínar nógvu burturflytingar, men amerikanararnir vilja vera við, at felagsskapurin hevur tilknýti til al-Qaeda.
Eygleiðarar í Manila hefta seg við, at tíðindini um tær avdúkaðu ætlaninar koma júst nú. Forsetaval verður í Filipsoyggjunum um ein góðan mánað, og tá ætlar Gloria Arroyo at verða afturvald.