ArbeiÐsmarknaÐur
Áki Bertholdsen
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum hevur rættiliga lopið ilt í alla føroysku fakfelags-rørsluna. Og bakkar hann ikki, er stórur vandi fyri, at alt landið verður lagt lamið.
Tað er uppskotið, sum hann ætlar at seta í verk, um, hvussu ósemjur á arbeiðsmarknaðinum skulu loysast, sum rættiliga fingið fingið fakfeløgini at seta føtur í spenni.
Hósdagin hevði Sjeymannabólkurin hjá fakfe-løgunum fund um ætlanina hjá Bjarna Djurholm um at seta lógina um seming í verk.
Og har var niðurstøðan púra greið: Uppskotið skal steðgast!
Tað hevur ikki eydnast, at fáa orð á Joan Ziskason, sum er forkvinna á Sjeymannabólkinum, ið umboðar allan arbeiðsmarknaðinum, bæði tann privata og tann almenna.
Men Heini Joensen, sum er næstformaður í Starvsmannafelagnum, var við á fundinum fyri sítt felag.
Hann sigur, at niðurstøðan á fundinum var, at hetta var eitt so grovt álop á rættindini hjá fakfeløgunum, at tað skal steðgast.
Hann vil ikki útgreina, hvussu fakfeløgini ætla at steðga ætlanini, um hon verður trumfað ígjøgnum Løgtingið.
? Tað verður við teimum vápnum, sum fakfeløgini hava til taks, sigur hann. Stutt.
? Tað, sum fakfeløgini eru serliga ørg um, er, at eftir nýggja lógaruppskotinum, fær semingsmaðurin heimild at útseta verkfall í tað óendaliga. Harafturat er ætlanin at blanda seg uppí lógirnar hjá hvørjum ein-støkum fakfelag, so at tað verður at kalla ómøguligt at fella eitt semingsuppskot.
Taka tað ringasta burturúr
Heini Joensen sigur, at seinast sáttmálasamráðingarnar vóru, hevði Fíggjarmálastýrið eitt høvuðskrav, sum forpestaði allar samráðingarnar. Og tað var kravið um, at ein høvuðsavtala skuldi setast í verk.
? Tað miseydnaðist tá. Men tað, sum nú hendir er ein roynd at lumpa hetta niðuryvir okkum ígjøgnum bakdyrnar.
? Heini Joensen sigur, at vit mugu minnast til, at donsku lógirnar um høvuðsavtalu, seming og arbeiðsrætt, eru eftir avtalu ímillum partarnar á arbeiðsmarknaðinum.
? Tað, sum Bjarni Djurholm nú ætlar, er, at størsti arbeiðsgevarin einvíst skal seta lógina í verk í Føroyum.
? Hann sigur, at tað, sum Bjarni Djurholm ger, er so grovt, at hann tekur ein part av lógini um høvuðsavtalu, seming og arbeiðsrætt og ætlar at seta tað í gildi í Føroyum, uttan at samráðast við partarnar á arbeiðsmarknaðinum um tað.
? Men harafturat hevur Bjarni Djurholm tikið teir ringastu partarnar burturúr donsku lógunum og ætlar at seta teir í gildi í Føroyum.
? Eitt nú eru donsku lógirnar um, hvussu atkvøðast skal í fakfeløgunum um semingsuppskot, linkaðar.
? Men í uppskotinum hjá Bjarna Djurholm verða tær gomlu ásetingarnar brúktar, sum gera tað at kalla ógjørligt hjá fakfeløgum at fella eitt semingsuppskot.
Manglandi hegni
Heini Joensen sigur, at veruligi trupulleikin á arbeiðsmarknaðinum er, at Fíggjarmálastýrið hevur ikki hegnið til at loysa ósemjur á arbeiðsmarknaðinum.
? Arbeiðssteðgir og verkfall hava ongantíð verið trupulleikin í Føroyum. Men hesi seinastu árini hava avdúkað, hvussu lítið hegni fíggjarmálastýrið hevur til at loysa tær ósemjur, sum stinga seg upp.
? Men ístaðin fyri at loysa tann trupulleikan, skal málið loysast við at smoyggja hesa lógina niðuryvir høvdið á fakfeløgunum, sigur Heini Joensen.