Ætlar at endurreisa ABBA

Svenski bólkurin ABBA, sum fór hvør til sítt í 1982, kannn verða endurreistur at stuðla einum góðum endamáli. Tað heldur yngsti limurin í bólkinum, Agnetha Fältskog. Tað eru næstan 30 ár síðani, at superbólkurin ABBA fóru hvør til sítt, men nú avdúkar yngsti limurin í bólkinum, 60-ára gamla Agnetha Fältskog, at hon umhugsar møguleikan at finna saman aftur viðgomlu bólkalimirnar, Björn Ulvaeus, Benny Anderson og Anni-Frid Lyngstad.

 

- Eg haldi, at tað kundi verið stuttligt at hittst aftur at tosa um gamlar dagar, og kanska framført saman, sigur hon.

 

Hon hevur kortini ikki nakrar ætlanir um størri turne verðina runt.

 

- Vit fara ikki at endurreisa ABBA fyri at turnera saman, sum Rolling Stones og aðrir eldri bólokar gera. Men vit kundu kanska gjørt tað til okkurt serligt og vælgerandi høvi, sigur hon við svenska blaðið M.

 

Tað hava annars ikki mangla góð tilboð um at endurreisa ABBA. Í 2000 kundu teir fýra limirnir tilsamans seta 600 milliónir ensk pund inn á kontoina fyri at spæla 100 konsertir kring heimin.

 

- Eftirsum tað er fíggjarlógin fyri eitt minni land, eru vit noydd at umhugsa tað, segði Björn Ulvaeus tá.

 

Men tað endaði við, at bólkurin segði nei takk til tilboðið.

 

- Tað skal vera ein sera góð orsøk til at endurreisa bólkin, og hana dugi eg ikki at síggja, segði Benny Andersson tá.

 

Men kanska kann Agnetha Fältskog sannføra hann um, at góða orsøkin kann verða í vælgerandi endamáli, skrivar dr.dk.