Sambandstingmaðurin í Vágum, Marjus Dam, er ikki fegin um ætlanirnar um bygnaðarbroytingar í løgregluni, sum kunnu hava við sær, at løgregluliðið í Vágum verður skorið niður. Tað fer hann ongantíð at góðtaka, sigur hann.
Marjus Dam er so avgjørdur í síni søk, at hann fer, um tað kemur so vítt, at kæra til fútan í fyrsta umfari, og um fútin ikki steðgar ætlanini, ætlar hann sær víðari til bæði løgmálaráðið og ríkispolitiovastan, sigur sambandstingmaðuriní Vágum.
?Hatta stríðir í móti tí politikkinum, sum sigur, at vit skulu hava so nógv almenn arbeiðspláss sum gjørligt úti kring landið, sigur hann. Flyta vit umsitingina inn í miðstaðarøkið, fylgir fólkið við. So missa vit bæði inntøkur og ikki minst tey fólkini, sum annars høvdu búleikast úti í økinum, vísir hann á.
Hann heldur tað vera heilt við síðuna av, at tað almenna skal ganga undan at miðsavna tænastur sínar.
?Eg síggi sama tendens her sum eitt nú við bankum og slíkum fíggingarsovnum. Teir lata deildirnar kring landið aftur, og samstundis vaksa stór »palass« upp í Havnini.
Marjus Dam undrast á, um hetta kann vera byrjanin til, at ein risastór politistøð kanksa skal byggjast í Havn, og at tað tí verður neyðugt at minka um ella kanska leggja niður støðirnar úti á bygd.
?Tað átti heldur at verið soleiðis, at tær smáu bygdarstøðirnar vórðu víðkaðar. Bæði við plássi og fólki, sigur Marjus Dam.
Yvirgangur
Allur vesturheimurin ristir í brókunum fyri tí yvirgangi, sum nær sum helst kann raka londini. Trygdin verður herd allastaðni, vísir Marjus Dam á. Men ikki her hjá okkum. Her ætla vit tað øvugta, sigur hann.
Hann vísir á, at tað ferðast heilt nógv fólk um flogvøllin í Vágum, og at talið bara veksrur. Tað setir eisini krøv til trygdina. Og tað metir hann ikki, at ein flyting av løgreglufólki úr Vágum til Havnar hjálpir uppá.
Gamaní er tað rímiliga skjótt at koma úr Havn vestur í Vágar, tá okkurt er áfatt. Men tað er altso skjótari at koma úr Miðvági á flogvøllin, enn úr Havn. Og eisini her, eins og við eitt nú sjúkraflutningi, er tað umráðandi við skjótari hjálp, tá eitthvørt er áfatt.
?Vit frætta bara um útbygt rutunet úr Vágum, sigur Marjus Dam. Bæði Bretland, Noreg og nú eisini Italia eru komin afturat seinastu árini. Hvat kann ikki koma hendanveg av bæði rúsevnum og øðrum slíkum? spyr hann. Gamaní hava vit tolleftirlitið - enn - á flogvøllinum. Men vit eiga avgjørt ikki at svekka løgregluna, sigur hann. Tí hesir báðir, tollarin og politisturin, eiga at arbeiða saman og soleiðis gerast tað sterkari.
Luktar illa
?Hetta luktar illa av miðsavnan og hevur eftir mínum tykki einki sum helst við rationaliseringar at gera, sigur Marjus Dam. Eg nokti at góðtaka tað argumentið, at talan er um at fáa meira fyri pengarnar, sum tøkir eru, sigur hann.
Hann heldur tað vera løgið, at bara tað, sum liggur í Havn, skal vera rationelt. Tað er at niðurgera tað, sum liggur uttan fyri Havnina, sigur hann.
Tað er líka skjótt at koyra úr Vágum til Havnar, sum tað er at koma hinvegin. Og í Vágum er brúk fyri løgreglu á flogvøllinum fleiri ferðir um dagin, við teirri nógvu flogferðsluni, sum er. Ikki minst í hesum Schengen tíðum, vit nú liva í, sigur hann.
Tað mátti tískil verið meira rationelt at latið fólk farið nakrar fáar ferðir úr Vágum til Havnar, tá tørvur var á tí har suðuri, heldur enn at koyra hvønn dag vestur í Vágar.
Tað stendur í samgonguskjalinum, at flogvøllurin í Vágum skal byggjast út. Og róð varð fram undir hetta á fundinum, sum løgmaður her fyri hevði við danska forsætisráðharran. Vónandi fæst ein skjót loysn á tí málinum, sigur Marjus Dam. Og tá verður upp aftur meira brúk fyri løgreglu á flogvøllinum, vísir hann á.
?Eg góðtaki ikki, at politistøðin í Vágum tódnar. Eg vil forða fyri, at góð og vælvirkandi arbeiðspláss verða smoygd út gjøgnum bakdyrnar, proklamerar Marjus Dam, sambandstingmaður í Vágum. Vit skulu heldur byggja smáu politistøðirnar út tekniskt, sigur hann.