Ætlar at seta strangari krøv til tey sum sigla á vatnskutara

Nú er ætlanin at seta strangari til tey, sum sigla á Vatnskutara. Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, fer nú at seta eina kunngerð í gildið sum setur ávís krøv til tey, sum sigla á vatnskutara, og sum eisini setir treytir fyri, hvussu tey kunnu sigla.

 

Poul Michelsen hevur nú sent avvarðandi pørtum tvær kunngerðir til hoyringar um hesi viðurskifti. Endamálið við tí er at fáa viðmerkingar til kunngerðirnar, soleiðis sum tær nú eru orðaðar, so at møguleiki er at laga tær til, áðrenn tær verða lýstar. 

 

Tá ið kunngerðin kemur í gildi, verður ikki loyvt at sigla nærri enn 300 metrar úr landi á vatnskutara, Men tað er kortini loyvt at draga vatnskutara á sjógv, og upp aftur, av landi, men siglast skal stytstu leið út á 300 metrar og tá má ferðin ikki fara upp um fimm míl.

 

 

Kortini skal tað bera til hjá kommunum at undantak, tá ið talan er um stevnur, ella onnur serlig tiltøk, ið hava almannagagnliga nyttu.

 

Tað verður eisini eitt krav, at tey, sum eru á skutaranum, skulu vera í bjargingarvesti og tey skulu eisini vera í kuldabjálvandi drakt. Men er talan um flótidrakt, er kortini ikki neyðugt við bjargingarvesti.

 

Harafturat skal mann vera minst 16 ára fyri at sleppa at sigla á vatnskutara, og førarin skal eisini hava prógv ið at sigla vatnskutara. Men kravið um prógv kemur ikki í gildið fyrr enn 1. januar í 2020. 

 

Annars kunnu kommunur søkja Sjóvinnustýrið um at ávíst øki í teirra kommunu, fær undantak frá krøvunum.