Ætlar ikki at slúsa pengar frá ríkum kommunum til fátækar kommunur

Vit hava fleiri dømi um at inntøkur verða javnaðar ímillum kommunurnar, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður

Tað er eingin ætlan um at gera nakra skipan við eini kommunalari javning, soleiðis at pengar verða slúsaðir frá kommunum, sum eru væl fyri, til kommunur, sum ikki eru so væl fyri.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Jóhannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann um nøkur ætlan er um eina slíka skipan. Hann vísir á, at tað er rættiliga ymiskt, hvussu stórar inntøkur, ymsar kommunur hava av fiskirættindum og tí heldur hann, at vit eiga at fáa eina kommunala útjavning.

Jørgen Niclasen sigur, at vit hava longu fleiri skipanir, ið javna inntøkur ímillum kommunurnar.

Í 1997 varð skattalógin broytt soleiðis, at peningastovnar, tryggingarfyritøkur, telesamskiftis-fyritøkur og oljusølufyritøkur býta skattin millum tær einstøku kommunurnar eftir fólkatalinum í kommununum.

Eisini skulu fyritøkur, sum hava virksemi í fleiri kommunum, rinda skatt til tær kommunurnar, tær hava virksemi í.

Eitt annað dømi er, tá ið kommunurnar fingu eldraøkið at umsita. Tá varð samtykt, at skattur av inngjøldum av eftirlønum skuldi lutast teimum ymsu kommununum. Og tað verður gjørt eftir tali á borgarum, ið vóru 67 ár ella eldri.

Samstundis var ein serskipan gjørd fyri kommunurnar í Sandoyar sýslu, ið gav teimum nakað meira enn øðrum kommunum.

Jørgen Niclasen nevnir eisini, at tann munur í kommunalu inntøkunum, ið kemur av at løgtingið hevur samtykt serskipanir fyri DIS, FAS, og annað, verður javnaður, soleiåis at kommunur, ið missa inntøkur av hesum, fáa endurgjald.

Samstundis ger hann greitt, at í løtuni eru ikki ætlanir um at seta aðra nakra kommunala javningarskipan í verk.

– Men í framtíðar lóggávu eigur støðan hjá ymsu kommununum sjálvsagt at verða umhugsað, leggur hann afturat.

Hann er tó sannførdur um, at vit eiga altíð at tryggja, at kapping er ímillum kommunurnar, eisini um skattgjaldarar. Og tí sigur hann, at tað skulu verða kommunurnar sjálvar, sum hava høvuðsábyrgdina fyri at útvega sær inntøkur.