Ætlar sær at arbeiða fyri skúlanum og teimun eldru

MUGU VERA KLÁR vit mugu vera klár, tá ið kommunurnar fáa eldraøkið at umsita, heldur Marjun Olsen, sum aftur verður at síggja í býráðnum á Tvøroyri

Skulu kommunurnar fáa eldraøkið at umsita, fer tað at krevja eitt stórt arbeiði av okkum at gera okkum klár til at makta uppgávuna.
Tað heldur Marjun Olsen, sum er varð vald í Tvøroyrar Býráð á valinum í gjár.
Hetta er aðru ferð, hon situr í býráðnum, fyrru ferðina var valskeiðið frá 2004-2008, so hesi seinastu fýra árini hevur hon verið úti.
Tvey av hennara stóru arbeiðsøkjum verður at bøta um umstøðurnar hjá teimum eldru og umstøðurnar hjá skúlanum í kommununi.
- Vit skylda teimum eldru at vit taka okkum av teimum. Tað sømir seg ikki eini kommunu, sum okkara, at okkara eldru verða send til Sands til umlættingar, staðfestir hon.
Men hon heldur, at nú kommunurnar fáa eldraøkið at umsita, verður tað neyðugt allar kommunurnar samstarva um, hvussu vit skipa eldraøkið í oynni.
- Hetta er eitt mál, vit mugu samstarva um, sigur hon.

Betri skúli
Og í hinum endanum á lívsleiðini hjá, heldur hon eisini, at tað verður neyðugt at bøta um umstøðurnar hjá skúlanum.
- Skúlin á Tvøroyri er uppslitin, ótíðarhóskandi og har eru umstøðurnar vánaligar.
Tað heldur Marjun Olsen, at nýggja býráðið má gera okkurt alvorligt við.
Hennara boð er, at skúlin í Trongisvági verður bygdur út til at hýsa øllum skúlanum í kommununi.
- So kann skúlin úti á Tvøroyri brúkast til onnur endamál, heldur hon.
- Kanska kann hann brúkast til íbúðir, ella skrivstovur, leggur hon afturat.
Í valstríðnum upp undir valið, tosaði Marjun Olsen nokk so fitt um samanlegging og samstarv ímillum kommunurnar.
- Eg hevði viljað lagt alla oynna í eina kommunu. Men fæst ikki undirtøku fyri tí, eiga vit at byrja við samstarvi, serliga nú eldraøkið verður lagt undir kommunurnar, tí tað verður neyðugt.
- Eg veit ikki hví landsins myndugleikar vilja tvingað kommunurnar at samstarva, men teir vilja ikki tvinga tær at leggja saman, heldur hon fyri.

Betri Javnstøða
Marjun Olsen er vald á Kvinnulistanum, sum hevði sum fremsta endamál at fáa meiri javnstøðu í býráðið.
Sum er, situr bara ein kvinna, Malla Dam úr Javnaðarflokkinum, í býráðnum.
Í nýggja býráðnum verða tvær afturat, Marjun Olsen á Kvinnulistanum og Anita Vibergsdóttir á fólkaflokslistanum.
Sostatt verða tríggir av teimum sjey býráðslimunum á Tvøroyri, kvinnur og fýra verða menn.