Ætlar sær at broyta "embalasjulógina"

Hugsandi er, at íslendskir útflytarar ætla sær at koma til Føroya við drykkjuvørum í eingangsíløtum, og tá eigur "embalasjulógin" ikki at "diskriminera" íslendsku vørurnar - um tað er diskriminering ikki at loyva eingangsíløtum

Drykkjuvørur

Ein av lógunum, sum innlendismálaráðið í løtuni arbeiðir við at broyta, er lógin um "íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir".
Hetta er sonevnda "embalasjulógin", sum eitt nú ásetir, at ikki er loyvt at flyta inn ella selja drykkjuvørur í eingangsíløtum, t.v.s. íløtum, sum bert einaferð verða nýtt til upprunaliga endamálið, sum lógin sigur.
Í lógini stendur eisini, at Toll-og Skattstova Føroya kann geva fyritøkum loyvi til at flyta inn ella selja drykkjuvørur í eingangsíløtum til skip og flogfør, sum "kunnu proviantera toll-og avgjaldsfrítt sambært kunngerð um proviantering av skipum og flogførum til nýtslu umborð ella til sølu til ferðafólk".
Í einum øðrum broti í "embalasjulógini" stendur, at "Toll-og Skattstova Føroya kann krevja, at framleiðarar/innflytarar av nevndu drykkjuvørum skulu prógva, at innsavningar-og returskipan er til steðar sum tryggjar, at íløtini verða send aftur til endurfylling".

Íslandssáttmálin
Orsøkin til, at innlendismálaráðið arbeiðir við at broyta "embalasjulógina", er Hoysíkssáttmálin millum Føroyar og Ísland.
Innlendismálaráðið heldur nevniliga, at ásetingin í lógini um forboð ímóti innflutningi av eingangsíløtum ikki er í tráð við tað, sum "man vil við sáttmálanum við Ísland", tí lógin forðar fyri "vørufrælsi", sum er ein partur av sáttmálanum.
Tí metir ráðið, at lógin eigur at verða broytt.
Hugsast kann nevniliga, at íslendskir útflytarar hugsa sær at koma higar til lands við drykkjuvørum í eingangsíløtum, og tá eigur "embalagulógin" ikki at "diskriminera" íslendsku vørurnar um tað er diskriminering ikki at loyva hesum.