Ætlar sær at savna flokkin

Verður Sámal Petur í Grund valdur til formann í sjálvstýrisflokkinum, lovar hann, at flokkurin fær eitt betri samstarv innanfloks, so fólk sleppa undan at hoyra ymsar mótstríðandi útsagnir í fjølmiðlunum

Sjálvstýrisflokkurin skal vera ein miðflokkur, og hann skal ikki koma við ymsum útmeldingum í sama máli.

Hetta er nakað av tí, sum Sámal Petur í Grund lovar, verður hann valdur til ovasta politiska leiðara Sjálvstýrisfloksins á fundinum í Havn komandi leygardag, tá politiskur formaður skal veljast fyri flokkin á fyrsta sinni.

? Verði eg formaður, verður fyrsta broytingin tann, at flokkurin fer at tala við einari tungu. Hetta er nakað, sum Sjálvstýrisflokkurin hevur brúk fyri. Hann má savnast, sigur Sámal Petur í Grund.

Sámal Petur í Grund harmast um, at Sjálvstýrisflokkurin ofta, til dømis í fullveldismálinum, kemur við útmeldingum, sum stríða ímóti hvørjari aðrari. Hann er ónøgdur við, imir floksins koma ofta samstundis við viðmerkingum, sum hella meira sambandsvegin og viðmerkingum, sum hella meira fullveldisvegin.

? Hetta er nakað, sum eg ætli mær at gera nakað við. Flokkurin skal vera ein miðflokkur, ger Sámal Petur í Grund greitt.


Fær góða undirtøku

Sámal Petur í Grund hevur eitt sindur ilt við at svara uppá, hví hann heldur seg vera betur egnaðan til politiskan formann í Sjálvstýrisflokkinum enn mótvalevnið, Helena Dam á Neystabø.

Men eftir at hava dvølt á spurninginum eina løtu, sigur Sámal Petur í Grund, at hann heldur seg hava betur stuðul millum veljararnar enn Helena Dam á Neystabø.

? Til seinasta fólkatingsval fekk eg heilar 1.119 atkvøður, meðan Helena Dam á Neystabø fekk millum 3 og 4 hundrað, vísir Sámal Petur í Grund á.