So kann ein spyrja. Hvat er tað fyri ein loysn, landsstýrið hevur lagt fyri tingið, tá báðir partar tykjast meiri ella minni ónøgdir. Jú, vit hava júst funnið eina hóskandi fyribilsloysn, ið beinanvegin gevur arbeiðgevarum møguleika at fáa meira fremmanda arbeiðsfólk til landið, samstundis sum arbeiðstakararnir kortini hava ta trygd, at hesin møguleikin steðgar, tá arbeiðsloysið fer uppum 3,5%.
Við hesum hevur landsstýrið tilgóðasæð bráðfeingistørvin hjá vinnuni, samstundis sum lagt verður upp fyri ótryggleikanum hjá arbeiðstakarunum. Hetta skuldi verið ein góð fyribilsloysn, so leingi partarnar á arbeiðsmarknaðinum ikki eru komnir ásamt um eina fastlønarskipan, og so leingi sum eftirlitsskipan landsstýrisins ikki er farin at virka til fulnar.
Støðan á arbeiðsmarknaðinum hevur í alt ov langa tíð verið hon, at vinnan hevur tørvað arbeiðsmegi, uttan at landsstýrið hevur loyst trupulleikan. Hetta hevur ivaleyst havt við sær, at búskapurin hevur verið fyri afturstigum, og tað gagnar so avgjørt ongum í samfelagnum. Hinvegin má landsstýrið eisini tryggja, at landið ikki verður opnað fyri fremmandari arbeiðsmegi í so óðum verkum, at aðrir trupulleikar verða skaptir sum frá líður.
Eg eri sera harmur um, at tað tók so drúgva tíð at fáa málið lagt fyri tingið. Men orsøkin var í stuttum, at vit (Javnaðarflokkurin) ynsktu at mýkja málið so mikið, at arbeiðstakarafeløgini kundu liva við uppskotinum.
Tí er tað ikki sørt ørkymlandi, at Sonja leggur eftir mær og Javnaðarflokkinum. Men soleiðis er so mangan. Men tá Sonja sigur, at eg ikki havi megnað at fingið skipaða viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum, so lat meg minna hana og øll onnur á, at tað hevur ongantíð verið gott latín, at politikarar leggja seg út í viðurskifti, sum partarnir varða av.
Mín greiða fatan er, at vit eru komin so langt við hesum uppskoti, sum til ber. Loysnin hevur næstan bæði selar og reim. Ásetingin um, at lógin gerst óvirkin, um arbeiðsloysið fer upp um 3,5%, er beinleiðis trygd fyri, at útlendsk arbeiðsmegi ikki ótálmað sleppur inn í samfelagið. Framíhjárætturin er loystur so langt, at skrivlig tilsøgn frá FAG liggur um samráðingar um eina fastlønarskipan til flakvirkisvinnuna. Longur røkka ikki okkara møguleikar. Nú er tað upp til partarnar at fáa loyst málið.
Eg má siga, at Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna við hesum málinum hevur víst sera gott politiskt handalag. Haraftrat hevur hon fráboðað, at ein útlendingastova verður sett á stovn, umframt at útlendingamálið veður yvirtikið komandi ár.
Sonja sigur í endanum av sínum glepsi, at enn sita fakfeløgini spent og bíða. Tað er júst trupulleikin. Nei, nú er ikki at bíða. Nú er at fara til verka og fáa gjørt eitt gamalt ynski um fastlønarskipan til veruleika. Eg rokni við, at nógvir av tykkara limum bíða í spenningi.
Latið nú tingið fáa arbeiðsfrið til at avgreiða málið. Tað tænir øllum pørtum.