Útlendingamálið: Jógvan við Keldu hevur fulla undirtøku

? Tað kemur óvart á løgmann, at hondbóltsfeløgini seta útlendingamálið so skarpt upp, at tey beinleiðis hótta við at niðurleggja landskappingina í vetur

Útlendingamálið

At ítróttarfeløgini sjálvi mugu betala útendskum ítróttarfólkum 52% av eini arbeiðaraløn, er ein loysn, sum samgongan hevur stuðlað.
Tað sigur Jóanes Eidesgaard.
Hann er ikki bara løgmaður. Hann er eisini verji hjá føroyska ítróttinum. Tí hava vit spurt hann hann góðtekur, at nógv umstrídda útlendingamálið hevur fingið eina loysn, sum er so vánalig fyri ítróttarfeløgini, at tey beinleiðis hava hótt við at niðurleggja landskappingina í vetur.
Hetta boðaði ein talsmaður fyri hondbóltin frá í Degi og Viku fríggjakvøldið.
Onki er at ivast í, at flogbólturin er í nøkunlunda somu støðu, tí har eru eisini nógvir útlendingar, hóast flogbólturin í seinastuni ikki hevur gjørt so ítøkiligavart við seg sum hondbólturin.

Undirtøku í samgonguni
Løgmaður váttar, at øll samgongan hevur tikið undir við loysnini, sum Jógvan við Keldu, hevur funnið á málinum.
? Landsstýrismaðurin í innleindismálum hevur spurt seg fyri í samgonguni og har hevur hann fingið undirtøku fyri at seta hesa loysnina í verk. Útfrá hesum er loysnin sostatt sett í verk.
? Tí hava vit eisini gingið út frá, at innalendismálaráðið hevur syrgt fyri, at talan er um eina loysn, sum er brúkilig.
Í stuttum ber loysnin í sær, at fáa ítróttarfeløg útlendingar at spæla, skulu feløgini sjálvi betala minst 52% av eini arbeiðaraløn.
Hini 48% av lønini kunnu tey so vinna hjá øðrum arbeiðsgevarum.
? Hetta snúði seg fyrst og fremst um at fáa málið avgreitt. Tað hevur ligið í óvissu í langa tíð og sostatt hevði tað stóran týdning fyri ítróttin, at hann fekk greitt at vita, hvørjar reglur skulu vera galdandi, so at feløgini kundu taka støðu til sáttmálarnar fyri veturin.
Men løgmaður sigur samstundis, at tað kemur óvart á hann, at hondbóltsfeløgini hava tikið so illa ímóti hesi loysnini, at tey hótta við at niðurleggja landskappingina í vetur.
? Eg minnist, at mótmælini vóru eisini mong, tá ið fótbóltskappingin byrjaði. Tá hótti Skála við at taka seg úr kappingini, men hóast tað, hava teir ligið fremst ein stóran part av árinum og teir liggja enn heilt frammi í oddinum.

Snýr seg ikki bara um ítrótt
Løgmaður sigur, at hann hevur ikki havt møguleika til at vera í sambandi við ítróttin so hann veit ikki í smálutum, hvat býr aftanfyri ónøgdina.
? Og ítrótturin hevur ikki sett seg í samband við meg.
? Men tá ið ítróttarfeløgini seta málið so skarpt upp, er sjálvsagt okkurt í tí, leggur hann afturat.
? Og er málið so álvarsligt, sum tey siga, væntar eg at feløgini sjálvi fara at seta seg í samband við meg.
Løgmaður sigur at tað, at ítróttarfeløgini eru so óngød við loysnina, er ein nýggjur vinkul í málinum, sum hann ikki hevur havt møguleika fyri at viðgera, hvørki við ítróttarfeløgini, ella við Jógvan við Keldu.
Men kann tað henda, at málið verður tikið uppaftur, skuldi tað hent, at ítróttarfeløgini venda sær til tín sum løgmann og verja fyri ítróttin?
? Tað veit eg ikki! Hetta er ikki eitt mál, sum snýr seg um ítróttin einsamallan. Hetta er eisini eitt mál, ið snýr seg um útlendska arbeiðsmegi í Føroyum sum heild, og tí hava vit eisini føroysku arbeiðsmegina at hugsa um. Øðrumegin skulu vit hugsa um, at tað skal bera til hjá føroyskum ítróttarfeløgum at hava útlendsk ítróttarfólk. Men vit hinvegin eisini hugsa um, at føroyska arbeiðsmegin skal hava atgongd til tey arbeiðspláss, sum eru í landinum.
? Vit hesi loysnini hava vit roynt at funnið eina javnvág.

Alt telur við
Løgmaður vísur eisini á, at ítróttarfeløgini kunnu rokna útreiðslur, sum tey hava av útlendsku ítróttarfólkunum, upp í lønina.
? Tá ið feløgini skulu betala útlendsku ítróttarfeløgunum 52% av eini arbeiðaraløn, kunnu útreiðslur til íbúð, ferðing og annað, roknast upp í.
Løgmaður heldur, at júst hendan skipanin skuldi gjørt tað munandi løttari hjá feløgunum.
Skulu ítróttarfólkini hava 48% av lønini frá vanligum arbeiðsgevarum, ber tað í sær, at feløgini finna arbeiðsgevarar, sum eru sinnaðir at seta fólk hálva tíð.
Og júst hetta meta feløgini er ein stórur trupulleiki, tí arbeiðsgevarar vilja bara hava fólk fulla tíð.
Men her er løgmaður ikki samdur.
? Vinnulívið kring landið er sera lagaligt og strekkir seg ógvuliga langt fyri at stuðla ítróttarfeløgunum í økinum.
Tí væntar løgmaður, at tað fer at bera til at finna útlendsku ítróttarfólkunum parttíðar arbeiði á virkjum av ymsum slagi.
Her tosa løgmaður eisini av egnum royndum, tí hann var formaður í TB í 1980, tá ið tvøramenn blivu Føroyameistarar - við útlendingum á liðnum, sum eisini arbeiddu í privatu vinnuni.
? Og tað er eisini nakað nógv kravt, at ítróttarfeløgini skulu kunna fáa útlendsk ítróttarfólk at spæla fyri seg, uttan at tað skal kosta teimum nakað helst, sigur løgmaður.