Útlendingar fáa ov lítla undirvísing í føroyskum

Tað heldur lærari, sum undirvísir útlendingum í føroyskum máli og føroyskari mentan

– Meira enn ein útlendingur fær uppihaldsloyvi í Føroyum hvørja viku, og alt ov nógvir fáa ongantíð undirvísing í føroyskum máli og føroyskari mentan, sigur Tórhild Bjarkhamar, lærari, sum saman við manninum hevur skipað fyri undirvísing fyri útlendingar í fleiri ár. Hon stúrir fyri gongdini og eftirlýsir ein skipaðan integratiónspolitikk í Føroyum.

Vit eru ikki nóg greið, tá talan er um integratiónspolitikk í Føroyum, heldur Tórhild Bjarkhamar, sum saman við manninum Rúna Bjarkhamar, ið eisini er lærari, av sínum eintingum tók stig til at hava skeið fyri útlendingar í føroyskum máli og mentan fyri fleiri árum síðani.

Hon vísir á, at hvørja viku fær meira enn ein útlendingur uppihaldsloyvi í Føroyum, men at einki krav er um málundirvísing ella undirvísing í føroyskari mentan.

Les alla samrøðuna við Tórhild Bjarkhamar og meir um evnið í Sosialinum, sum kemur í hvørt hús í landinum í morgin.