Tað er framhaldandi eitt loyndarmál, hvat útlendsku fiskimenninir við føroyskt skrásetta garnaskipinum Anitu fingu í hýru. Manningin varð lønt sambært innanhýsis sáttmála millum reiðaran og manningina. Reiðarin, Søren Christiansen, ynskir ikki at upplýsa innihaldið í sáttmálanum, sum føroyska Fiskimannafelagið ongantíð hevur sæð.
Samstundis sum lønin er loynilig, so stendur púra greitt, at útlendingarnir hava ongan rætt til minstuløn úr Trygdargrunninum. Anita skal, eins og onnur føroysk fiskiskip, rinda eitt prosent av avreiðingarvirðinum inn í Trygdargrunnin. Kortini fær manningin onga trygd.
- Lógin sigur, at eg skal gjalda inn, men eg fái einki útaftur. Tað haldi eg ikki vera rættvíst, sigur Søren Christiansen.
Frágreiðingin er at finna í lóggávuverkinum kring Trygdargrunnin. Tí sambært kunngerðini um inntøkutrygd verður minstuløn bara veitt fiskimonnum við bústaði í Føroyum. Tað merkir somuleiðis, at fiskimenninir skulu rinda skatt í Føroyum.
- Kravið um føroyskan bústað er ein leivd frá gomlu skipanini, sigur Hanni Thomsen, deildarleiðari fyri Trygdargrunnin, sum samstundis staðfestir, at útlendingar við føroyskum fiskiskipum fáa ongar pengar úr grunninum.
Alfred Petersen, stýrisformaður fyri Trygdargrunnin, vísir á, at tað er ein politisk avgerð, at soleiðis skal tað vera.
- Jú, tað er rætt, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum nú taka sær av Trygdargrunninum. Men grunnurin er kjølfestur í løgtingslóg og kunngerð, og tí er tað løgtingið, sum hevur sett treytirnar, sigur Alfred Petersen.
Sum nevnt fær almenningurin ikki at vita, hvørja hýru manningin við Anitu fekk frá reiðaranum. Men løgreglan er tó kunnug um hesi viðurskiftini.
- Vit hava avhoyrt manningina, eisini vísandi til reglurnar í útlendingalógini, har vit spyja um setanar- og lønarviðurskifti. Men hesi viðurskifti eru ikki almenn, sigur Linda Hesselberg, ákæri.