Tað verður søguligur dystur í Fuglafirði í morgin. Hetta verður fyrsta ferðin nakrantíð, at ÍF og Skála fara at hittast í landskappingardysti í Fuglafirði í bestu deildini. Tey bæði undanfarnu árini hevur Skála verið í bestu deildini, men tá hevur ÍF verið í 2. deild. ÍF hevur ofta áður verið í bestu deildini, men tá hevur Skála ikki verið har. Tá ið hesi bæði liðini fyrr í ár hittust á Skála, var tað rættuliga undirhaldandi og málríkt. Skála vann 4-3.
Mánakvøldið fekk ÍF eitt orduligt skump rætta vegin, tá ið teir vunnu 2-1 í Runavík. Fuglfirðingar stríddust rættuliga væl, og tað er sjálvandi týdningarmikið at varðveita hugburðin frá tí dystinum, nú teir skulu gera nýggja roynd at økja um frástøðuna aftur til B68.
Í Runavík sá Bartal Eliasen reytt. Hann er tískil leikbannaður ímóti Skála. Rúni Elttør var leikbannaður ímóti NSÍ. Hann er tøkur aftur. Ein møguleiki er, at Rúni fer at spæla í miðverjuni, og ein annar er, at Áki Petersen verður fluttur av høgra vongverja og í miðverjuplássið.
Seinastu knappliga tvær vikurnar hava tveir útlendskir spælarar vant við ÍF. Sum vit hava skilt tað, so eru øll loyvini hjá teimum nú komin upp á pláss. Tað er væl hugsandi, at í hvussu so er annar teirra verður á liðnum í morgin. Um so verður, so verður tað í álopsplássinum undir liðini á Magna á Lakjuni, sum hevur verið sera væl upplagdur síðstu ferðirnar.
Eitt ivamál
Á Skála er tað greitt, at Hanus Thorleifsson ikki verður førur fyri at spæla í morgin. Hann hevur í eina tíð havt trupulleikar við fótinum, og hann hevur ikki vant síðstu tíðina. Tað er ivasamt, um Arnhold Berg, sum hevur staðið seg ógvuliga væl í miðverjuni, verður førur fyri at spæla. Hann hevur trupulleikar í rygginum. Seinastu vikurnar hevur hann ikki verður førur fyri at venja saman við hinum, men hann hevur kortini spælt, og í gjár vónaðu teir á Skála, at hann eisini verður førur fyri at spæla í Fuglafirði. Men teir ivaðust eitt sindur í tí.
Sveinur Justinussen, sum í fjør var rættuliga stinnur, hevur vant við síðstu mánaðirnar. Hann hevur verið á liðnum onkra lítla løtu. Eingin ivast í, at hann er førur fyri at røkja fast pláss. Janus Trúgvason er heima í summarfrí. Hann hevur vant nógv í summar, og hann er eisini ein møguleiki. Ímóti VB var Nenad Stankovic ikki við. Hann er klárur aftur. Rúni Rasmussen spældi ímóti VB í plássinum, sum Nenad plagar at vera í. Skála tapti síðsta heimadystin undan summarsteðginum 3-2 ímóti EB/Streymi. Í fyrsta umfarinum eftir summarsteðgin taptu teir 4-1 í Gundadali ímóti HB. Ta ferðina varð sagt, at leikliga avrikið var betri enn til so stórt tap. Skálamenn hava ongantíð áður verið í nánd av at vinna heiðursmerkir. Teir eru framvegis á triðja plássinum, og tá ið teir fara til Fuglafirðar í morgin verður tað við tí í hyggju, at plássið skal varðveitast.