Spyr.fo gjørdi einaferð eina kanning um, hvat føroyingar hava á døgurðaborðinum jólaaftan. 300 føroyingar kring landið í aldrinum 15 til 80 ár vórðu spurdir.
Úrslitið av kanningini gevur okkum eina góða ábending um, hvørt føroyingar jólaaftan eta dunnu, gás, ræst kjøt ella okkurt heilt annað jólaaftan.
Í stuttum gjørdist úrslitið av spurnarkanningini, at heili 69 prosent av føroyingum eta útlendska dunnu jólaaftan - og 19 prosent eta føroyska gás.
Av føroyskari rávøru er gásin best umtókti jólamaturin, og serliga í Sandoynni og Suðuroynni er føroysk gás høgt í metum jólaaftan.
Meðan meðaltalið av føroyingum, sum eta føroyska gás jólaaftan, er 19 prosent, eta 29 prosent av fólkinum í ávikavist Sandoynni og Suðuroynni gás jólaaftan.