– Útlendsk fakfeløg vilja hava fastatøkur á arbeiðsmarknaðinum

Jørgen Niclasen var hvassorðaður um spurningin um uppsøgdu starvsfólkini hjá Atlantsflog

Atlantsflog er eitt partafelag, og landsstýrið er ikki partur av rakstrinum í felagnum.

Tað segði Jørgen Niclasen í svari til fyrispurning frá Høgna Hoydal, har Høgni Hoydal spurdi um viðurskiftini hjá teimum starvsfólkunum, ið sum vórðu uppsøgd hjá Atlantsflogi orsakað av koronukreppuni.

Høgni Hoydal vísti í fyrispurninginum á, at Atlantsflog hevði ikki brúkt starvsaldur ella royndir, tá starvsfólk skuldu setast aftur, at Atlantsflog ikki hevði samráðst við fakfeløg, og at Atlantsflog bjóðaði út fríyrkisstørv ístaðin fyri sáttmálasett størv.

Høgni Hoydal vildi tí vita, hvat landsstýrið gjørdi við, at Atlantsflog ikki samráddist við fakfeløgini. Eisini vildi Høgni Hoydal vita, hví Atlantsflog ikki fylgdu reglunum um starvsaldur, umframt eina frágreiðing um, hvussu støðan var við sertifikatum og øðrum hjá starvsfólkunum, nú tey ikki vóru fast á flogi.

Partakvinnan Sirið Stenberg helt eisini, at fyri hana tóktist tað, sum um at Atlantsflog hevði brúkt koronukreppuna til at seta starvsfólk aftur undir verri treytum, enn tey høvdu áður.

Hóast Jørgen Niclasen gjørdi greitt, at landsstýrið ikki er partur av rakstrinum hjá Atlantsflogi, so var hann sum landsstýrismaður kunnaður um støðuna.

Jørgen Niclasen gjørdi greitt, at hetta er ikki hissini kreppa, ið Atlantsflog er komið í, nú felagið hevur mist 66 prosent av inntøkunum. Leiðslan í felagnum hevur til uppgávu at brynja felagið til kreppur, og at felagið hevur gjørt tað, sum tað kann, fyri at halda servitanina hjá starvsfólkunum í felagnum.

Eisini vísti Jørgen Niclasen á niðurstøðu hjá løgtingins umboðsmanni, ið ger greitt, at tað er ikki í samsvari við vanligar fyrisitingarreglur einans at nýta starvsaldur sum starvssetanargrundarlag. Harumframt hevði Atlantsflog bert bjóðað uppsøgdu starvsfólkunum tey størvini, ið nú vórðu lýst.

Jørgen Niclasen gjørdi eisini greitt, at hann helt lítið um spurningarnar, ið tjóðveldisumboðini bæði settu honum.

– Slíkar røður eru beinleiðis við at skaða Atlantsflog. Skaðar mann Atlantsflog, gongur tað út yvir starvsfólkini, segði Jørgen Niclasen, sum helt, at talan var um eitt mál, ið verður stýrt úr útlondum.

– Sáttmálabrot skulu loysast í fasta gerðarrætti - tað er tað, hann er til - men tað er ikki gjørt. Málið í dag er um eina herferð frá tveimum útlendskum fakfeløgum, sum vilja hava fastatøkur á føroyska arbeiðsmarknaðinum, segði Jørgen Niclasen.