Tað skrivar Visit Faroe Islands í ársfrágreiðingini fyri 2019, har millum anna búskaparligi týdningurin av ferðavinnuni verður lýstur:
Hagstovan hevur síðani 2014 kannað búskaparligu árinini av keypinum hjá útlendsku ferðafólkunum, ið koma til landið. Føroyingar eru sostatt ikki taldir við. Afturrokningar eru gjørdar til 2011.
Útlendsk ferðafólk keyptu í 2019 tænastur og vørur fyri kr. 784 mió. Hetta er ein vøkstur á 7,3% í mun til umsetningin í 2018 á samanlagt kr. 731 mió. Til samanberingar var umsetningurin í 2011 á kr. 384 mió. Hetta er ein vøkstur uppá 104% frá 2011 til 2019.
Sundurgreiningin vísir, at 42% av umsetninginum í 2019 stavar frá føroyskum flutnings- feløgum, ferðaskipum og ferðaskrivstovum (SAS er ikki talt við, av tí at tær inntøkurnar enda uttanlands). Umleið 28% frá matstovum, matvøruhandlum og drykkjuvørum, 13% frá gistingarstøðunum og onnur 10% frá flutningi innanlands og bilaleigu. Írestandi er býtt millum upplivingar, klædnasølu, og aðrari sølu.
Bruttovirðisøkingin innan ferðavinnuna er vaksin úr kr. 165 mió. í 2011 til kr. 421 mió. í 2019. Hetta er ein vøkstur uppá 155%. Umsetningstølini fyri Airbnb eru ikki tald við her. TAKS upplýsir, at Airbnb hevði ein umsetning í 2018 á 22 mió. kr. Sostatt týðir alt uppá, at umsetningurin fyri ferðavinnuna frá teimum útlendsku gestunum í 2019 var á uml. 800 mió. kr. Tá er einki avleitt virksemi talt við, so sum tað at íløgur eru gjørdar í gistingarhús fyri útvið eina hálva milliard í 2019/2020 - pengar, ið enda í byggivinnuni og øðrum tænastuvinnum.
Tann innkomandi ferðavinnan skapti 715 ársverk í 2019, samanborið við 643 í 2018 og 385 í 2011, tá kanningin byrjaði. Gott 35% av ársverkunum eru innan flutningsfyritøkurnar, ferðaskip og ferðaskrivstovur. 31% eru innan matstovur og 16% innan gistingar. Størst vøkstur hevur seinastu árini verið í tali av ársverkum innan matstovuvinnuna. Mett verður, at tað eru minst 1000 ársverk knýtt at kjarnuøkjunum hjá føroysku ferðavinnuni samlað sæð, tá ikki einans tann innkomandi ferðavinnan er roknað við, men eisini tann útgangandi parturin.
##med2##
Ferðavinnan stóð í 2017 fyri 6,4% av samlaða føroyska útflutningsvirðinum. Hetta kann sammetast við 6,1% í 2016 og 5,7% í 2011, tá kanningin byrjaði. Tíverri eru ikki nýggjari tøl fyri útflutningin enn fyri 2017.
Av tí samlaða føroyska útflutninginum á kr. 10.863 mia. í 2019, stóð ferðavinnan fyri kr. 784 mió.