Tá føroyingar eru úti í heimi og verða spurdir, hvar teir eru frá, eru tað nógvir útlendingar, sum ikki hava ánilsi fyri, hvar Føroyar eru á heimskortinum. Viðvíkjandi føroyska grindadrápinum er eisini ofta eyðsæð, at nógvir útlendingar ikki hava nakað, sum minnir um ítøkiliga vitan um føroyingar og føroysk viðurskifti.
Í kvøld spælir føroyska landsliðið sín fyrsta undankappingardyst til HM í Russlandi, tá ið Ungarn kemur á vitjan á Tórsvølli. Hetta hevur skrivarin hjá 101greatgoals.com, Benjamin Newman, fingið frænir av, so hann hevur valt at skriva eina grein, sum snýr seg um, at ein formaður í einum ungarskum fótbóltsfelagi heldur, at ungarska landsliðið skal revsast, um teir ikki vinna við trimum-fýra málum í kvøld.
Um føroyska landsliðið skrivar Benjamin Newman soleiðis:
"Anyone who claims there’s no easy games in international football have clearly never seen the Faroe Islands play."
"The European minnows are total whipping boys, and on Tuesday night they’ll almost certainly lose yet another match as they take on Hungary at home in a World Cup qualifier."
Umsett til føroyskt merkir hetta:
,,Tann, sum sigur, at ongir lættir dystir eru í altjóða fótbólti, hevur týðiliga ongantíð sæð Føroyar spælt."
,,Evropeisku smáfiskarnir eru fullkomiligir syndabukkar, og týskvøldið fara teir avgjørt at tapa enn ein dyst, tá ið føroyingar taka ímóti Ungarn á heimavølli í HM-undankappingardysti."
Hesin Benjamin Newman veit neyvan av, at Føroyar vunnu tvær ferðir ímóti Grikkalandi í farnu undankapping. Grikkaland var komið víðari til áttandapartsfinaluna í HM-endaspælinum í Brasilia í 2014, áðrenn føroyingar nakrar mánaðir seinni vunnu 1-0 í Grikkalandi. Hví skuldi tað so ikki borið til hjá Føroyum at vunnið ímóti Ungarn, sum kom í áttandapartsfinaluna í EM í summar, á heimavølli?
Spurningurin er, um Benjamin Newman nakrantíð hevur sæð føroyska landsliðið spælt, tí at so hevði hann kanska vitað, at Føroyar eins væl høvdu kunnað vunnið stig í báðum dystunum ímóti Ungarn í farnu undankapping. Á heimavølli taptu Føroyar tepurt 1-0, og í útidystinum í Budapest í oktober í fjør vóru okkara menn óhepnir at tapa 2-1.
Tá ið støðan var 1-1 í seinna dystinum bleiv Kaj Leo í Bartalsstovu snýttur fyri eitt klokkuklárt brotsspark, so tað var við einum beiskum smakki í munninum, at okkara menn onki stig fingu burturúr hesum dystinum.
Nú er at vóna, at okkara menn gera bart í kvøld. Vit vita, at tað ber til. Og so kann tað eisini vera, at Benjamin Newman fær okkurt betri at skriva um Føroyar í kvøld.
Greinin á 101greatgoals.com kann lesast í fullum líki HER.