Útlendska arbeiðsmegin gagnar búskapinum

Uttan arbeiðsmegi úr Póllandi og Baltalondum hevði danski búskapurin ikki verið so sterkur, sum hann er

Í Danmark hevur verið nógv orðaskifti um ta út­­lendsku arbeiðsmegina, men kortini heldur ráðharrin Claus Hjort Frederiksen, at Danmark hevur havt gagn av viðurskiftunum.

- Fyri bara fáum árum síð­ani var tað næstan so, at dan­ir høvdu hug at senda boð eftir herinum, hvørja ferð teir sóu ein póllending arbeiða í Danmark. Soleiðis er tað ikki longur. Vit hava eina heilt aðra uppfatan av teimum fremmandu, tí tey loysa okkara trupulleikar við vantandi arbeiðsmegi, sig­ur ráðharrin við danska útvarpið.

Ein nýggj frágreiðing, sum er almannakunngjørd í dag, vísir, at alt fleiri fólk úr Póllandi og Baltalondum hava leitað sær til Vestur­evropa og Norðurlond at arbeiða, síðani hesi londini komu upp í ES tann 1. mai í 2004. Ella sagt við øðrum orðum hevur arbeiðsmegin í Póllandi og Baltalondum gagnnýtt møguleikan at fara vesturum at arbeiða.

Frágreiðingin kemur til ta niðurstøðu, at arbeiðs­meg­in úr teimum eystur­evropeisku londunum og ser­stakliga Póllandi og Baltalondum hevur verið med­virkandi til størri bú­skap­arvøkstur í Norðan­londum, samstundis sum tann útlendska arbeiðsmegin eisini hevur gjørt, at inflasjónin í Norðanlondum hevur verið minni, enn hon annars hevði verið.

Eisini ein baksíða

Men eisini hendan medaljan hevur eina baksíðu. At so nógvir póllendingar og balt­ar eru farnir vesturum at arbeiða síðani 2004, hevur havt við sær, at nú er trot á arbeiðsmegi í teirra egnu londum. Danski arbeiðsmarknaðarráðharrin heldur kortini ikki, at danir skulu hava ringan smakk í munn­inum.

- Eg eri ikki samdur við teimum, sum siga, at t. d. Pólland hevur trot á arbeiðs­megi, tí so nógvir póllend­ingar eru farnir av landinum at arbeiða. Hetta er ein trupulleiki, sum Pólland og Baltalond mugu loysa. Satt at siga haldi eg, at tað er ein fyrimunur fyri Pólland, at ein póllendingur kann fara til Danmarkar at arbeiða fyri eina góða løn, og at hann so kann fara heim aft­ur við pengunum, sigur Claus Hjort Frederiksen við DR.