Útlendskir arbeiðarar í Føroyum verða sleptir upp á fjall

Viðurskiftini á føroyska arbeiðsmarknaðinum eru óskipað, tá tað umræður útlendska arbeiðsmegi

Arbeiðsviðurskiftini hjá útlendingum í Føroyum eru óskipað, og talið av útlendskari arbeiðsmegi er støðugt vaksandi. 

Tað staðfestir nýggj umfatandi kanning, sum 13 føroysk fakfeløg hava tikið stig til. Tey heittu á Liljan Weihe, journalist, um at standa fyri kanningini, sum varð løgd fram í Smæruni í dag.

Staðfestast kann beinanvegin, at flest allir lurtararnir vóru skelkaðir av niðurstøðunum. Fakfeløgini eru eisini skelkað av bæði arbeiðsumstøðunum og bústaðarviðurskiftunum hjá útlendskum arbeiðarum í Føroyum.

Kanningin snýr seg um teir útlendingar, sum arbeiða í byggivinnuni, sum er tann vinnan, har vøksturin í løntakarum er størstur. Dentur verður lagdur á arbeiðsmegi úr Rumenia, sum er størsti bólkurin av útlendskum arbeiðarum í Føroyum.

Í framløguni varð víst á, hvussu liviumstøðurnar hjá rumenum, ið fyritøkan Firmport hevur fingið til Føroya, eru. Teir búgva 50 í tali í ótoliligum umstøðum í tveimum húsum í Jekaragøtu í Havn, sum eru í óvanliga ringum standi.

Húsaleigan millum 2000 og 2300 krónur um mánaðin, og so búgva tveir rumenar á einum ovastalofti við eitt ventilatiónsannlegg, sum teir gjalda 1700 fyri. Húsaleigan á Jekanargøtu verður goldin við reiðum peningi, tá stjórin í Firmport sendir íbúgvunum eini sms-boð hvønn mánað. Og hóast Firmport stjórin sigur, at talið av búgvandi er 30, so er niðurstøðan í kanningini, at talið í roynd og veru er nærri 50.

Rumenarnir verða løntir sum ófaklærd arbeiðsmegi, og teir verða løntir eftir lægst møguliga arbeiðarasáttmálanum - flestu fáa 132,24 krónur um tíman.

Niðurstøðan er greið - umstøðurnar eru út av lagi vánaligar, og har manglar eftirlit og greitt gjøgnumskygni á útlendingaøkinum.

Kanningin hevur heitið "Rumenar á loftinum". Umframt at snúgva seg um rumenar í byggivinnuni, varð eisini víst á trupulleikar og avbjóðingar hjá starvsfólkum í hotel- og matstovuvinnuni.

Tey 13 fakfeløgini siga:

- Kanningin varpar ljós á økir, sum higartil í stóran mun hava ligið í myrkri. Tað er okkara vón, at vit sum fakfeløg við hesi kanningini fáa eitt betri útgangsstøði at viðgera og loysa teir trupulleikar, sum standast av lønardumping og óskipaðum viðurskiftum. Hetta er okkara felags ábyrgd sum fakfeløg, ið eisini skal viðvirka til, at tað verður lættari at finna loysnir saman við politisku skipanini og arbeiðsgevarunum.