Útlendskir læknar myrdir í Nigeria

Tríggir læknar vórðu myrdir í býnum Potiskum har norðuri í Nigeria í morgun. Myndugleikarnir hava váttað tíðindini. Summar tíðindastovur siga, at læknarnir eru úr Kina, men aðrar siga, at teir eru úr Suðurkorea.

Fólk í Potiskum hava greitt myndugleikunum frá, at læknarnir møttu ikki til arbeiðis í morgun, og tá tey fóru at vita, hvat bagdi, funnu tey teir tríggjar deyðar í íbúðini.

Nigerisku myndugleikarnir siga seg hava illgruna um, at menn hjá tí islamistiska yvirgangsfelagsskapunum Boko Harem hava beint fyri teimum læknunum.

Boko Harem hevur skipað fyri fleiri álopum á útlendsk heilsuhjálparfólk í Nigeria tann seinasta mánaðin, og í síðstu viku myrdi felagsskapurin tvey heilsuhjálparfólk, sum vóru farin til eina bygd at vaksinera fólk.