20 ára gamli Gunnar Nielsen skiftir tilveruna í BK Frem út við eitt ævintýr sum yrkisleikari í Onglandi. Málið hjá málmanninum er greitt; hann vil røkka allan vegin.
Dreymurin
Fyri Gunnar er hetta dreymur hansara, ið nú gert veruleiki. Sáttmálin hjá Gunnari við danska BK Frem gekk út í ár, og av tí at hann hevur verið fastur maður á beinkinum, hevði hann hugsað um aðrar møguleikar. At eitt felag í Premier League vildi hava fatur í honum, kom honum púra óvart á.
- Eg hevði als ikki væntað at enda í Onglandi. Hetta er ein fantastiskur møguleiki, sum eg ætli mær at gera nyttu av. Hetta kundi ikki verið betri, staðfestir Gunnar.
Gunnar er ein ungur og ágrýtin harri, og sjálvsálitinum bilar heldur einki.
- Við árunum í Frem havi eg fingið royndir, samstundis við at eg havi ment meg regluliga. Eg veit, at eg havi talentið til hetta, og eg fari at vera málborin til hvørja venjing, sigur Gunnar, sum vísur á, at tað ikki bara er at dansa á rósum.
Málið
Sum bert 15 ára gamal fór Gunnar til Danmarkar á skúla við nøkrum vinmonnum. Árið eftir valdu teir at fara at venja við ungdómsliðnum hjá Frem, og tað var her, ið Gunnar fekk spælt seg til sáttmálan. Síðan tað hevur hann leikt tvey ár á besta liðnum hjá Frem, men fyri tað mesta sitið á beinkinum. Nú eru tíðin komin til eitt nýtt mál.
- Eg eri glaður fyri árini í Frem, har eg havi sitið í skugganum av einum væl leikandi Jørgen Nielsen í málinum. Sjálvandi sleppi eg ikki beinleiðis inn á besta liðið hjá Blackburn, men eg fari at taka kappingina upp við aðrar málverjar. Eg vil røkka allan vegin, sigur Gunnar avgjørdur.
Gunnar hevur eisini ætlanir um at sleppa á føroyska landsliðið.
- Sjálvandi er tað eisini ein dreymur at koma á landsliðið ein dag. Men eg eri ungur enn, og eri væl nøgdur við tilveruna á U21-landsliðnum, sum eisini gevur mær royndir, sigur Gunnar, og leggur afturat, at hann ikki vil undirmeta landsliðið, av tí at hann er rokkin til eitt so stórt felag.
Tilveran
Hóast Gunnar bara hevur verið í Blackburn í nakrar fáar dagar, er hann longu byrjaður at smakka, hvussu góð tilveran fer at verða.
- Øll fólkini rundan um meg eru fantastiska fitt og blíð. Býurin er ein lítil og friðarligur býur, og hetta dámar mær væl. Hetta er júst til mín, sigur ein spentur Gunnar Nielsen, sum nú altso hevur sína lívs avbjóðing fyri framman.
Meðan leitað verður eftir íbúð til Gunnari skal hann búgva hjá nøkrum liðfeløgum, men fer at búgva einsamallur í íbúð, so skjótt hon er funnin.