Útlit fyri rentulækking

Europiska inflatiónin er nógv lækkað, og tí verður gitt, at talan verður um eina rentulækking, tá europiskur rentufundur verður hósdagin Flestu fíggjarfrøðingar eru bilsnir um, at inflatiónin í ES er lækkað somikið nógv seinastu mánaðirnar.

Danska heimasíðan, epn.dk, skrivar, at lækkingin er somikið stór, at inflatiónin skjott er komin niður á 2%, sum svarar til málið hjá Miðbankanum. Soleiðis var inflatiónin í november bert 2,1% mótvegis 3,2% í oktober.

Ikki minst eru tað fallandi rávøruprísirnir - serliga á olju - sum eru orsøkin til fallið í inflatiónini.

Talan verður tó framvegis um negativan fíggjarvøkstur í Europa, og gitt verður, at hetta eisini verður galdandi í 2009.

Tí verður roknað við, at Miðbankin fer at lækka sína rentu við hálvum prosentstigi á rentufundinum, sum verður hósdagin. Hetta fyri at fáa nakað av ferð á búskapin. Einstakir greinarar rokna enntá við, at talan verður um rentulækking á tríkvart ella kanska heilt prosentstig.

Leiðandi rentan hjá Miðbankanum er í løtuni 3,25%.