Útlitini eru ótrygg

Tað økir ikki um íløguhugin, at tað koma ógreiðar meldingar frá myndugleikunum, soleiðis at fiskivinnan ikki veit, hvat hon skal fyrihalda seg til, sigur Olaf Olsen, reiðari

 

Fiskivinna

Olaf Olsen, reiðari, heldur ikki, at íløguhugurin hjá føroysku reiðarunum fer at vaksa í komandi árum við teirri ótryggu støðuni, vit í løtuni eru í. Heldur fer hann at kølna.

-Tað er ikki mennandi fyri vinnuna, at summir, helst embætismenn, tosa um at leggja avgjøld á fiskiloyvini, hóast verandi fiskimálaráðharri ikki er fyri tí. Hann situr ikki um allar ævir, og so kann henda, at avgjøldini koma, sigur Oaf Olsen.

Inni á skrivstovuni hjá reiðarínum Beta í Runavík, sum rekur Kubatrolararnar, situr Olaf Olsen við eini rúgvu av pappírum framman fyri sær, samstundis sum rokniarkið er opið á telduskíggjanum. Hann roknar út og ger metingar um, hvussu fer at bera til í framtíðini.

-Ikki, tí, sigur hann. Árið ið júst er farið, gav einki undirskot, men har leyp heldur einki av, letur hann at.

Orsøkirnar eru so ymiskar til tað. Nógv tann størsti parturin av veiðuni hjá Kubatrolarunum er upsi, og upsaprísurin lækkaði í fjør í mun til 1999, meðan oljuprísurin helt eina himmalferð, sum neyvan er sædd áður.

Olaf Olsen vísir til sammetingar á, at í 1999 brúkti reiðaríið fyri 5,6 milliónir krónur í olju, meðan talið í fjør var heilar 10 milliónir. Og júst hesir báðir faktorarnir, fiskaprísur og oljuprísur, týða rættiliga nógv her.


Byggja nýtt

Nýggj ísfiskaskip bera seg ikki í traditionellari ísfiskavinnu undir Føroyum, sigur Olaf Olsen. Hann hugsar seg um. Roynir at leita aftur í tíðina til at finna onkran, sum kann avsanna hansara pástand, men dugir ikki at finna nakran, sum ikki á einhvønn hátt hevur havt hjálp fyri neyðini seinastu mongu árini. Og tað stuðlar ikki undir at fara at byggja nýtt, sigur hann.

Men kortini arbeiðir reiðaríið Beta júst við at fáa sær nýggj skip. Kubatrolararnir eru gamlir. Teir vórðu keyptir í 1973, so tað nærkast skjótt 30 árum, síðan teir komu til Føroya. Átta eru teir í tali, men ivaleyst verða tað færri skip, sum fara at loysa teir av, sigur Olaf Olsen, reiðari.

Hann metir, at tað kanska endar við, at tað verða seks skip, tá allur flotin er skiftur út. Men nær tað fer at verða, dugir hann ikki at siga. Og tey verða so ikki øll skift út samstundis.

Olaf Olsen, sigur, at teir arbeiða í løtuni við at fáa tvey nýggj skip. Umsókn um innflutningsloyvi er send Fiskimálastýrinum, men enn er svar ikki afturkomið.

Hinvegin er málið ongan veg komið sum so, sigur Olaf Olsen. Fígging og tílíkt er lítið gjørt við.

Tað er aftur hatta har við ótryggleikanum. Tað ber illa til at fara at byggja skip, um væntast kann, at fyritreytirnar broytast kanska um eini tvey ár. Hann kemur aftur inn á avgjøldini, sum embætismenninir eru farnir at tosa um.


Neyðugt við nýggjum

Neyðugt er við útskiftingum í flotanum, er Olaf Olsen sannførdur um. Og hann er líka sannførdur um, at tá skift verður út, skulu skipini, sum aftur koma, vera nýggj. Tað er ikki nóg gott at keypa gomul skip fyri onnur gomul. Hugsast skal eisini um at fáa fólk at trívast umborð, sigur hann.

Tað er sera einfalt at hugsa sær, at ungt fólk fæst ikki umborð á gomul, ótíðarhóskandi skip, um annað fæst. Og eins og skipini eldist fólkið og skal skiftast út.

Men dýrt verður tað. Tað er greitt, at kapitalkostnaðurin fyri eitt nýtt skip fer at tyngja raksturin mundandi. Serliga eru tað rentur og avdrøg eins og tryggingar, sum verða tung hjá einum nýggjum skipi í mun til eitt gamalt. Hinvegin verða ivaleyst eisini fyrimunir, sum skulu viga upp í móti tí, tey gomlu skipini eru bíligari.

Olaf Olsen sigur, at teir hava kannað, hvussu príslegan fyri skipabygging er her um okkara leiðir. Og úrslitið er, at skal byggjast, verður tað helst í Spania, tí har er nógv bíligast at fáa skip smíðað. Kina er kanska eisini ein møguleiki, sigur hann, men leggur aftrat, at vit vita ikki so nógv um skipasmíð í Kina enn. Spania kenna vit hinvegin betri, hóast onki føroyskt skip enn er smíðað í Spania, sigur Olaf Olsen.

Men hann er varin kortini. Hann melur aftur á hatta við útlitunum. Eitt er, at stuðulin av ymsum slagi, sum skipini higartil hava fingið, minkar burtur. Men so til at leggja beinleiðis avgjald á fiskiloyvini, heldur hann vera í so ógvusligt. Og tí er neyðugt at vita, áðrenn bygt verður, hvussu støðan verður, tá skipini eru liðug.