Amerikanska stjórnin fer ikki bara at leggja stóran dent á at virka fyri varandi friði ímillum ísraelsmenn og palestinar. Vit ætla okkum at ganga undan, sigur varauttanríkisráðharrin William J. Burns.
Hann er ikki í iva um, at tíðin er tann rætta til at fáa gongd á samráðingarnar um varandi frið, og han heldur, at bæði ísraelsmenn og palestinar eru greiðir yvir, at tað er nú, tey røttu stigini skulu takast.
William J. Burns vísir á, at palestinararnir skulu hava nýggjan leiðara, og at ísraelska stjórnin fyrireikar eina fullkomna afturtøku úr Gaza-geiranum. Hetta kann gerast byrjanin til nakað nýtt, sigur varauttanríkisráðharrin, soleiðis at friðarætlanin hjá ST, USA, ES og Russlandi kann setast í verk.
Sjálvandi hevur tað stóran týdning, at ísraelsmenn veruliga eru sinnaðir at taka seg aftur, og at palestinararnir eru til reiðar at fremja neyðugar nýskipanir, sigur William J. Burns við Aftenposten.
Hann hevur drúgvar diplomatiskar royndir og hevur fleiri ferðir verið virkin í arbeiðinum at fáa frið í Miðeystri. Nú er hann leiðari á einari serligari Miðeystur-deild í uttanríkisráðnum í Washington, og hann er bjartskygdur.
- Útlitini fyri friði eru betur enn kanska nakrantíð fyrr - eisini fyri einum palestinskum ríki, tí bæði ísraelsmenn og palestinar vilja hava frið.