Útlitini í ár eru døpur

- Eg havi ikki sæð nakað líknandi seinastu 15 árini. Er støðan tann sama um alt landið, verður nátatíðin helst sløk í ár, sigur Jens-Kjeld Jensen, sum saman við øðrum nólsoyingum hevur gjørt eina roynd at kanna eftir, hvussu støðan er við nátanum í ár

Nátatíð

Lundin sveik í ár, og menn meta, at orsøkin er, at ov lítil føði er við landið. Fuglurin heldur sær har, sum føðin er. Lítið hevur annars verið at fingið av lunda seinastu árini, og summi ár hava menn, sum veiða fugl, staðfest, at pisur ikki eru undankomnar. Soleiðis hevur eisini verið á summum fuglaplássum í ár.
Tað eru tó ikki so mong ár síðan, at menn fingu væl av lunda, og tí kunnu vit bert vóna, at náttúruviðurskiftini hátta sær betur eitt annað ár, soleiðis at fuglurin kemur fyri seg aftur.
Men spurningurin er so, um tað eisini kunnu vera onnur viðurskifti, sum gera seg galdandi við fuglinum.
Hví minkaði lomvigin, hví minkar lundin  og nú: Hví minkar havhesturin eisini?
Svarið er neyvan so einfalt, og neyvan veit nakar allan sannleikan um gongdina í náttúruni.

Havhesturin
Í dag er 25. august, og í morgin er líradagur, tá ið menn plagdu at draga líra.
Undir vanligum umstøðum kunnu menn, sum fara at stima eftir nátungum leygardagin komandi, fáa nakrar fuglar, um veðrið verður til vildar.
Fyrr í vikuni var væl av vindi, og soleiðis var eisini mikunáttina og mikudagin.
Tá ið tíðin er komin, flýgur nátungin úr reiðrinum og út á sjógv, har teir stevna beina leið til havs. Er veðrið gott, og nógvur fuglur er á sjónum, verður nógv tikið, men væntandi er, at nógv tann størsti parturin sleppur undan glúpinum hjá nátamonnum. Nógv hevur verið til av havhesti og við tað, at veðrið ofta er óstøðugt í nátatíðini, verður tað ikki veiðan hjá nátamonnum, sum ger "kál" á fuglinum.

Døpur útlit
Men eins og lundin svíkur, hevur seinnu árini eisini verið líkt til, at havhesturin er í minking.
Á hvørjum ári gera menn, sum fáast nógv við fugl, góðar dagar, men tað eru eisini nógvir dagar, sum ikki roynast líka so væl, sum tá ið fuglurin var mestur.
Havhesturin hevur verið so nógvur, at torført er at meta um, nær hann er minni  og nær alt er, sum tað plagar at vera.
Jens-Kjeld Jensen, sum er nærlagdur fuglamaður, var 19. august í ár saman við øðrum nólsoyingum, tá ið teir sigu í Grønadalsrók og Skirisvølli eystantil á Nólsoynni.
Í frásøgn sigur hann, at vanligi fongurin plagdi at vera einir 50 nátungar, men í ár vóru hesir einans 43 í tali.
- Talið 43 er ikki einki, men so er eisini alt sagt, heldur fuglamaðurin fyri.
Hann vísir á, at í 10 øðrum reiðrum hevði ungi verið, men nú var bara nakað av dúni eftir.
- Helst eru ungarnir í hesum reiðrum deyðir  av svongd, og síðan hava másar og aðrir fuglar etið teir, heldur hann.
Jens-Kjeld sigur, at hann hevur ikki sæð nakað líknandi seinastu 15 árini.
- So, um støðan er hin sama kring alt landið, verður nátatíðin helst sløk í ár, leggur hann aftrat.

Floygdir ymiskt
Sambært frásøgnini var ymiskt, hvussu fuglurin var búgvin, 19. august, tá ið teir sigu.
- Av teimum 43 høvdu møguliga 6-7 verið floygdir um eina viku, og einir 5-7 um einar 14 dagar. Hinir vóru so smáir og ússaligir, at teir helst ongantíð fara á flog, sigur Jens-Kjeld Jensen í frásøgnini.