Útnorður samstarv á konsertferð

Komandi vikuskiftið 13. og 14. januar fer Arctic Yggdrasil á pall í Norðurlandahúsinum og á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn.

Tónleikur

Á konsertunum hjá Yggdrasil í fjør í Grønlandi spældi Yggdrasil fyri fyrstu ferð við Rasmus Lyberth sum solisti.

Úrslitið av samstarvinum gjørdist somikið nøktandi, at Yggdrasil og Lyberth fara á pall aftur saman í januar. Fyrst á Norður Bryggjuni í Keypmannahavn 13. januar og síðan í Norðurlandahúsinum 14. januar. Saman kalla teir seg Arctic Yggdrasil & Rasmus Lyberth.

Teir fara at framføra suitina Grønland – Verden Åndehul / Nunarsuup Allua / Blástur heimsins, ið er nýskrivað av Kristian Blak og Rasmus Lyberth.
Kristian Blak og Rasmus Lyberth hava áður arbeitt saman á verkætlanini Piniartut – the Hunters (2001). Nýggja verkið tekur støði í Arktis, og hugleiðingum hjá Rasmus Lyberth um grønlendsku náttúruna og íshavið sum heimsins blástur.

Blak & Lyberth samstarvaðu lið um lið við at skapa tær 9 kompositiónirnar, sum virka sum eina ferð gjøgnum innlandsísin. Alt framført á grønlendskum av Lyberth.

Artic Yggdrasil eru Rasmus Lyberth (sang og slagverk), Kristian Blak (klaver), Angelika Nielsen (fiól), Villu Veski (saksofon) og Mikael Blak (bass)