Vitjan
Runavík: Útnorðurráðið, sum er í Føroyum í hesum døgum, hevði sín árliga fund á Eiði hósdagin.
Í gjár vitjaðu umboðini, sum telja eini 20 fólk tilsamans, í Runavíkar kommunu.
Rodmundur Nielsen, býráðsformaður, sigur, at ráðið ynskti at vitja kommununa og síggja ein part av vinnulívinum her.
- Vit avgjørdu at vísa umboðunum Æðuvík, maskinverkstaðin, FJM og bátavirkið, AWI-Boats.
Rodmundur sigur, at kommunan vildi vísa umboðunum bygdina, Æðuvík, tí hetta er ein lítil bygd í kommununi, sum liggur tætt við sjógvin.
- Vit halda eisini, at tað hevur týdning, at útlendsku umboðini síggja, hvat maskinídnaðurin og bátaídnaðurin í kommununi hava at bjóða. AWI-Boats hevur selt nógvar bátar til Grønlands, og við í ferðini eru eitt nú grønlendingar, sum kunnu hava týdning fyri føroyska marknaðin har yviri.
Á vitjanin í Runavíkar kommunu, var Útnorðurráðið eisini ein túr við einum nýggjum AWI-Star báti, sum bátavirkið hevur bygt.
At enda var Runavíkar kommuna vertur fyri einum døgurða í kappróðrarneystinum á Glyvrum.