Tobbi á bønarlinjuni hjá Lindini

Hóskvøldið verður løgtingsmaðurin Torbjørn Jacobsen gestur hjá Jenis á Rana á Bønarlinjuni hjá Lindini. Í sendingini verður tosað um átrúnað og biðið fyri fólki, og bæði Jenis og Tobbi siga seg gleða seg til sendingina

Tað verður ein óvanligur gestur, sum í kvøld fer at vitja Bønarlinjuna hjá Lindini.
Vanliga eru tað fólk, sum eru í kristiligari tænastu ella, sum hava eina serliga andaliga søgu at siga frá, ið eru gestir á Bønarlinjuni, men í kvøld verður tað ein maður, sum er meira kendur fyri politikk og vinnulív, sum kemur á gátt hjá Jenisi.
Torbjørn Jacobsen er ein profilur í føroyskum politikki, hann er avgjørdur, hann kann rópa hart, og hann er sera virkin í løgtingsarbeiðnum og uttan tings mann hann verða tann løgtingsmaðurin, sum er mest frammi.
Men hóskvøldið verður hann við í serstakari útvarpssending, sum verður nógv umrødd fyri innihaldið, har tað millum annað verður biðið fyri fólki, sum hava ymsar trupulleikar.
? Eg eri soleiðis løddur, at eg søki minifeltini, og tað føli eg eisini, at eg geri í hesum førinum. Tú kanst sita í Glyvra kirkju hvønn sunnudag, men tað er ikki akkurát tað sama, sum at verða við í eini karismatiskari sending sum hesari, sigur Torbjørn Jacobsen.
Torbjørn er sunnumorgnar fastur fúsur frammarliga í Glyvar kirkju. Í unglingaárunum var hann ofta til opið hús tiltøk í Berøa í Saltangará og í Ebenezer, tá ið hann varð fluttur til Havnar at ganga í skúla.

Tobbi tendraði hjartað í Jenisi
Jenis av Rana er vertur á Bønarlinjuni hjá Lindini, og hann situr eisini í Løgtinginum fyri Miðflokkin. Og tað var í Løgtinginum, at teir báðir politikararnir komu at tosa um Bønarlinjuna.
? Eg og Tobbi hava nógv við hvønn annan at gera í løgtinginum, og stundum fellir prátið inn á Lindina. Hann róði fram undir, at eg hevði ongantíð biðið hann komið við í sendingina hjá mær, og tað tendraði hjartað í mær, at hann segði seg vilja siga frá, hvat frelsarin hevði gjørt fyri hann, sigur Jenis av Rana.
Verður sendingin, sum hon plagar at vera, hóast gesturin er eitt sindur serligur?
? Í sendingini práta vit við ein gest, og fólk hava eisini møguleikan at ringja inn fyri at fáa okkum at biða fyri sær. Vanliga eru nøkur fólk í bønarrúmum og biða fyri fólki, sum ringja inn. Soleiðis verður tað eisini hóskvøldið, men hvussu prátið annars verður, og hvar vit enda, veit eg ikki frammanundan, men eg eri ómetaliga glaður fyri hendan møguleikan.

Roynir mørk á Lindini
Torbjørn Jacobsen er ein óvanligur politikari, og nýggjasta trekkið hjá honum er eisini óvanligt fyri ein politikara av hansara slagi, men hann sigur seg gleða seg til sendingina á Lindini í kvøld.
? Hetta er ein góður møguleiki at royna nøkur mørk hjá mær, og eg eri sera spentur til sendingina, sigur Torbjørn Jacobsen.
? Eg eri ikki við í Bønarlinjuni, tí nakað er broytt við mínum andaliga habitus. Eg eri ein vanligur fólkakirkjulimur, og tað ætli eg mær at halda fram við, meðan Jenis og Lindin eru meira karismatisk.
Torbjørn Jacobsen leitar ? sum onkuntíð áður ? til Latínamerika fyri at siga eina søgu, sum kann brúkast í hansara føri:
? Fidel Castro, sum vaks upp sum katolikkur, men vendi øllum tí baki, hevði einaferð eina langa samrøðu við katólska biskuppin Frei Betto úr Brasil, og teirra samrøða varð givin út í eini bók. Eg og Jenis skulu ikki samanberast við teir báðar, men hetta minnir kanska eitt sindur um tann fundinum, sigur Tobbi.

Nógv ringja inn
Bønarlinjan hjá Lindini hevur verið nógv umrødd, og serliga fyrstu ferðirnar, hon varð send, tosaðu fólk nógv um sendingina.
Orsøkin er, at tað verður biðið fyri fólki fyri opnari mikrofon, og fólk hava møguleikan at ringja inn til sendingina, um tey hava brúk fyri at tosa um okkurt ella vilja hava fólk at biða fyri sær.
? Vanliga ringja millum 20 og 40 fólk, og summi av teimum gerast eisini ein partur í sjálvari sendingini. Annars verður biðið fyri fólki í serligum bønarrúm á Lindini, sigur Jenis av Rana.

Biður í loyndum
Men hvussu er so við Torbjørn Jacobsen. Ætlar hann sær at biða fyri fólki í sendingini.
? Eg havi eingi yvirnatúrlig evni at lekja fólk, og eg trúgvi heldur ikki, at tað altíð ber til. Tað finnast nógvir heksadoktarar á hesum øki, og eg ávari ímóti, at trúgvin blívur so víðgongd, at alt forstand blívur burtur.
? Omma mín í Gøtu var religiøs, og hon gjørdi ikki mun á fólki. Hon vísti ofta til Matteus 6,6, og tað skriftstaðið havi eg eisini tikið til mín, og tí fari eg ikki at biða fyri fólki í sendingini. Eg biði fyri mær sjálvum og ongum øðrum, sigur Torbjørn Jacobsen.
Skriftstaðið, sum hann vísir til, ljóðar soleiðis: »Men tú, táið tú biður ? far inn í kamar títt, lat aftur hurð tína, og bið til Faðir tín, sum er í loyndum! Tá skal Faðir tín, sum sær í loyndum, løna tær.«

Einki kompromis
Torbjørn Jacobsen veit ikki rættiliga, havt hann kann vænta sær í sendingini.
? Hóast eg ikki ætli mær at biða fyri fólki, so ætli eg mær at svara øllum spurningum. Jenis kann spyrja tað, sum hann vil, og eisini fólk, sum ringja inn. Hetta verður ein stór avbjóðing fyri meg, sigur Tobbi.
? Eg ætli mær tó ikki at ganga upp á kompromis við míni sjónarmið, hóast eg fari við í eina slíka sending. Eg ætli mær at siga mína meining, sigur Torbjørn Jacobsen.
Bønarlinjan við Jenisi av Rana og Torbirni Jacobsen verður at hoyra á Lindini í kvøld, hóskvøldið, frá kl. 21.00.