Tobbi og Jenis renna undan hinum

Torbjørn Jacobsen og Jenis av Rana duga væl at koma fram í fjølmiðlunum, og samskiftisráðgevi heldur, at teir duga nógvar snildir betur enn aðrir politikarar

Tað fór ikki stillisliga aftur við borðinum, at nógv umtalaði løgtingsmaðurin Torbjørn Jacobsen skuldi verða gestur á Bønarlinjuni hjá Lindini hóskvøldið. Jenis av Rana er vertur í sendingini, og hann hevði fingið starvsfelagan úr løgtinginum í studio til eitt heldur óvanligt prát teirra millum.
Á Skálafjørðinum hevði ein heimahjálp úr at gera við at fresa runt og stilla útvarpstólini hjá teimum gomu á Lindina, og sjálvt í Brússel, har nógvir føroyingar vóru á messu, var Tobbi stóra samtaluevnið.
Soleiðis settu Tobbi og Jenis dagsordan, og tað hava teir mangan gjørt fyrr.
Meðan útlendskir politikarar sum Bush, Blair og Fogh hava eitt vælvirkandi miðlaapparat at dúva á fyri at standa seg væl í miðlunum, hava føroyskir politikarar als ikki hetta í sama mun, og tí er tað nógv upp til hvønn einstakan politikara at duga at snúgva sær og vísa tað tev, sum skal til fyri at koma fram at í fjølmiðlunum.
Í hesum spæli standa Torbjørn Jacobsen og Jenis av Rana seg betur enn teir flestu føroysku politikararnar.
? Vit mugu nokk ásanna, at Jenis á Rana og Torbjørn Jacobsen eru tveir politikarar, ið hava dugað væl at sett dagsskránna á hvør sínum øki. Orsøkin er uttan iva, at báðir hava dugað væl at fingið rúm í fjølmiðlunum, og tað er jú fyri stóran part í miðlunum, at nýmótans politikkur verður rikin. Politisku floksapparatini eru ikki tað, tey vóru fyrr, og tað er í miðlunum, at dagsins politikarar fáa samband við verandi og nýggjar veljarar, sigur Per Højgaard, journalistur og samskiftisráðgevi.

Konflikt er góð í miðlum
Hvat er tað, sum teir duga betur enn aðrir føroyskir politikarar í hesum samanhangi?
? Jenis á Rana og Torbjørn Jacobsen føra síni sjónarmið fram stutt og greitt, og tað er fyrsta treytin fyri effektivum samskifti. Í Løgtinginum til dømis skera teir báðir boðskapin til og spíska sjónarmiðini passaliga væl, so eru tey brúkilig í fjølmiðlasamanhangi, og tað hava føroyskir fjølmiðlar eftir øllum at døma tikið væl ímóti ? annars høvdu teir neyvan fingið so nógva tíð og gott pláss í miðlunum.
? Harafturat eru Jenis á Rana og Torbjørn Jacobsen staddir á hvør sínum vongi í politikki, og báðir umboða sjónarmið, ið kunnu fatast sum víðgongd. Tá so er, er lætt at koma í konflikt við onnur sjónarmið. Konfliktin er í sjálvum sær eitt journalistiskt kriterium, og tað kann vera ein onnur orsøk til, at Jenis og Torbjørn hava góða atgongd til fjølmiðlarnar.
? So skulu vit eisini minnast til, at bæði Jenis á Rana og Torbjørn Jacobsen hava havt lættari atgongd til fjølmiðlar enn onnur. Jenis er rættiliga aktivur í Lindini og fær tann vegin samband við sínar kjarnuveljarar, og tað er ikki so langt síðani, at Torbjørn sum ein av stóru partaeigrunum í Fregnum hevði sín egna fjølmiðlapall til taks, sigur Per Højgaard.

Týdning at meistra spælið
Hvat hevur tað at siga fyri ein politikara, at hann meistrar spælið í fjølmiðlunum og at sleppa fram at almenninginum?
? Tað hevur stóran týdning fyri politikarar at standa seg væl í fjølmiðlunum. Tað er í miðlunum, at fólk flest taka støðu til politikk og onnur samfelagsmál, og tann politikari, sum stendur seg illa har, kann fáa stutta politiska livitíð. Hetta hava vit fleiri dømi um í Føroyum.

? Ein fjølmiðlaserfrøðingur hevur pástaðið, at ?synlighed er eksistens?, og tað er helst ein sannleiki, tá vit tosa um politiska kommunikatión, sigur Per Højgaard.
Og sjónligur eru teir ? Jenis av Rana og Torbjørn Jacobsen ? stundum við hvøssum og avgjørdum sjónarmiðum, stundum í hørðum politiskum stríði, og sum tað nýggjasta í eini friðarligari og inniligari samtalu í kristiligum útvarpi.