Eftir at HSF hevur gjørt greitt, at fíggjarumstøðurnar ikki loyva enn eini luttøku í altjóða undankapping hjá manslandsliðnum, hevur Tórbjørn Jacobsen sett Helenu Dam á Neystabø fyrispurning um, hvørja støðu mentamálaráðið hevur til føroyska altjóða luttøku. Tingmaðurin vil hava at vita, hvør ítróttarpolititkkurin hjá landsstýrinum er, hvønn týdning landsstýriskvinnan heldur altjóða luttøkuna hava fyri føroyskan ungdóm. Og um landsstýrið hevur ætlanir um at gera tað fíggjarliga møguligt hjá HSF at melda til undankappingina.