Tobbi takkar fyri seg á Fólkatingi

- Í dag flutti eg, kanska og helst, fram mína seinastu røðu nakrantíð frá hesum fabelagtiga røðarapallinum á Fólkatingi, skrivar Torbjørn Jacobsen á Facebook.

Høgni Hoydal er valdur fyri Tjóðveldi á danating, men eftirsum, at Høgni Hoydal hevur tikið sæti í landsstýrinum, hevur Magni Arge upprunaliga røkt sessin fyri formannin í Tjóðveldi. 

Men fyrr í ár valdi Magni Arge at taka farloyvi úr Fólkatinginum og ístaðin taka sæti á Løgtingi. 

Síðani hevur Torbjørn Jacobsen røkt sessin. 

Men í kvøld skrivar Torbjørn á sínari Facebook síðu, at ivaleyst helt hann í dag sína seinastu røðu á Fólkatingi nakrantíð. 

- Í dag flutti eg, kanska og helst, fram mína seinastu røðu nakrantíð frá hesum fabelagtiga røðarapallinum á Fólkatingi, skrivar hann millum annað á sosiala miðlinum.

Spurningurin er so, um Magni Arge ætlar sær niður aftur á danating í 2017 ella um næstur á listanum tekur yvir sessin hjá Høgna Hoydal á Fólkatingi.