Tað verður Torbjørn Jacobsen, tingmaður Tjóðveldisfloksins, sum fer at røða í gomlu ólavsøkukantatuni, sum ólavsøkukórið fer at framføra á Tinghúsvøllinum ólavsøkudag.
Tað var Jógvan Waagstein, sum á sinnið skrivaði eina røðu inn í kantatuna, og sambært Ólavi Hátún, sum stjórnar kórinum í ár, hevur verið vanligt seinastu árini, at heiðurin er latin tingfólki, hóast tað av og á hava verið onnur.
- Í ár heitti eg á Tobba um at flyta fram røðuna, sum bert er fýra minuttir til longdar. Eg valdi hann, tí hann er ein festligur og litríkur maður, og hann ger sjálvur av, hvat hann talar um, sigur Ólavur Hátún, sum tó hevur sent Tobba eintak av kantatuni og annars heitt á hann um at tala um tjóðina og samfelagið.
- Røðan skal vera til tjóðina og ikki partapolitisk, sigur Ólavur Hátún, sum kortini minnist aftur á fleiri hendingar, har fólk hava verið knottin inn á valið av røðara. Eitt nú minnist hann, at sambandsmenn vóru í øðini, tá Erlendur Paturson talaði einaferð i sjeytiárunum.
Torbjørn Jacobsen sigur við Sosialin, at tað hóskar seg ikki at misnýta eitt slíkt høvi til at føra partapolitiska propagandu.
- Men røðan verður heldur ikki so vatndeyv, at maðurin útraderar seg sjálvan, tí man er, sum man er, staðfestir Torbjørn Jacobsen, sum samstundis vissar um, at røðan fer ikki at ganga nøkrum ov nær.
- Ólavsøkan er tjóðarhátíð alra føroyinga og tá skal tjóðin savnast. So eg rokni við at taka støðið í tí, sum kantatan snýr seg um, nevniliga Ólav Heilaga og týdningin hann hevur havt fyri samleika føroyinga.
Tað verða Petur Niclassen og Sanna Vaagstein í Brekkunum, sum syngja solo í kantatuni.
Ólavsøkukórið fer eisini at framføra megnarsatsin hjá danska tónaskaldinum Vagn Holmboe til yrkingina »Gandkvæði Tróndar« eftir J. H. O. Djurhuus, har Ernst Sonsum Dalsgarð syngur solopartin við Tróndi í Gøtu.