Tað fer Rás2 at geva eitt boð uppá í skemtinum í Hvonn Live hesaferð. Tobbi fer til upptøkuroynd í X Factor, og Thomas Blachman skal geva honum skoðsmál.
Torbjørn Jacobsen hevur funnist harðliga at danska X Factor, sum hann kallar kulturimperialismu, men í Hvonn Live fær hann ein kjans í sangkappingini.
Millum aðrar kendar føroyingar, sum fara til upptøkuroynd hjá Thomas Blachman leygarkvøldið, er løgtingsmaðurin Alfred Olsen.