Todi blivin pápi

Hóast tað gongur nakað striltið at fáa pláss í FCK-álopinum, so hevur Todi Jónsson annað at fegnast um í hesum døgum
Mánadagin gjørdist føroya fremsti fótbóltsleikari nevnliga pápi fyri fyrstu ferð, tá kona hansara, Andrea, átti eina dóttir.
Dótturin eitur Lucca Hanna Vinten Jónsson, og hon vigaði 2062 gram og var 45 cm long. Mamma og dóttur hava tað gott, sigur Todi á heimasíðu sínari.