Todi er komin fyri seg

Tað verður mett at vera gott úrslit, at tað enn eina ferð eydnaðist FCK at koma úr Jyllandi uttan at hava tapt

Sjálvt um Todi Jónsson hvíldi seg heima í Keypmannahavn, tá FCK í síðstu viku vann sannførandi steypasigur í Vejen í Jyllandi, so var venjarin, Roy Hodgson, ikki í iva, tá hann skuldi gera av, hvørjir teir fyrstu ellivu skuldu vera, sum fóru á vøllin í Silkeborg.

Todi Jónsson fekk ytsta miðvallarplássið í vinstru. FCK spælið var avgjørt ikki av tí besta, men frá føroyskum sjónarhorni var tað undan landsliðsferðini til Sveis og Jugoslavia hugaligt at staðfesta, at Todi Jónsson rættuliga tykist hava vunnið førleikan aftur. Ferð eftir ferð fór hann framvið persónliga mótstøðumanninum úti í borðinum, og heilt tíðliga í dystinum var um reppið, at hann fekk fótin á innlegg úr høgru.

Todi var á vøllinum fyrstu 80 minuttirnar. So ráddi um hjá FCK at halda tørn, og meiri verjukendi Michael Mio Nielsen loysti Toda av.

Úrslitið í Silkeborg var 0?0. Hetta var ikki óvæntað, tí í átta av teimum síðstu níggju dystunum, sum hesi bæði liðini hava spælt ímóti hvørjum øðrum, hevur úrslitið verið javnleikur.

Hesa ferð var Zuma í FCK álopinum saman við Harald Brattbakk. FCK hevði ikki nógvar upplagdar málmøguleikar, men teir vórðu snýttir fyri eitt mál. Todi Jónsson vann eitt fríspark í vinstru. Tað varð sent innfyri málið og snittað víðari til Ståle Solbakken, sum stýrdi bóltinum í málið. Rangstøða, segði linjuverjin, og dómarin rættaði seg eftir hjálparmanninum. Ikki rangstøða, segði sjónvarpsupptøkan, men hon taldi ikki.

Komandi mánakvøld fær FCK vitjan av Jákupi Mikkelsen og hinum í Herfølge.


Brøndby væl fyri

Óli Johannesen og AGF spældu ikki sunnudagin. Í gjárkvøldið høvdu teir vitjan av Haderslev. Talan var av sonnum um lagnudyst. Blaðið var farið til prentingar undan dystinum. Í morgin venda vit aftur til tann dystin.

Stóri dysturin hetta vikuskiftið var í Brøndby, har AaB vitjaði. Longu í 1. hálvleiki var ein av Brøndby miðverjunum rikin av vøllinum, tí dómarin metti, at hann hevði brúkt neyðbremsuna. Kortini eydnaðist tað undirmannaða Brøndby at koma framum 2?0. AaB minkaði um munin í síðstu løtu, men Brøndby vann og helt harvið tørn um óðu støðuna í toppinum.

Í síðstu viku skrivaðu vit um AB, og at teir ikki hava vunnið, síðani teir vitjaðu B36.

Heldur ikki hesa ferð eydnaðist tað AB at vinna. At megna 1?1 javnleik á útivølli í Ikast ímóti oddaliðnum FC Midtjylland var ikki mett at vera av leið. Men í AB harmaðust teir um, at teir ikki megnaðu at fáa størri úrtøku burturúr fleiri stórum málmøguleikum.

Lyngby vann 1?0 á heimavølli ímóti Viborg. Harvið hildu teir í Lyngby fast um oddasessin.