Todi fær heimasíðu

Føroyski superligaspælarin fær almenna heimasíðu beint eftir nýggjár

 

Týsdagin verður almenna heimasíðan hjá føroyska fótbóltsspælaranum Toda Jónsson latin upp á internetinum.

Talan er um eina heimasíðu um Toda, sum eisini sjálvur fer at skriva til heimasíðuna. Harafturat verður eisini onkur forvitnislig kapping á síðuni.

Aðrastaðni er tað vanligt, at fótbóltsspælarar hava sína egnu almennu heimasíðu, sum teir brúka í samskiftinum viðhaldsfólk og áhugað, og nú fær so fremsti føroyski spælarin sína heimasíðu.

Enn er adressan hjá síðuni ikki vorðin almenn, men tað verður hon eftir nýggjár.