Superliga
Todi Jónsson og Jákup Mikkelsen teljast millum mest royndu fremmandu fótbóltsspælararnar í fremstu deildini í Danmark. Danska Tipsblaðið ger nógv burturúr hagtølum. Teir hava roknað seg fram til, at Todi Jónsson er tann spælarin, sum í altjóða fótbólti umboðar eitt annað land enn Danmark, og sum hevur spælt flest dystir í superliguni. Ítróttarblaðið, sum er í mánadagsútgávuni hjá Politiken, rør aftur á aftur hagtølini í hesi vikuni.
Har verður sligið fast, at Todi Jónsson í síðsta umfarinum í superliguni undan vetrarsteðginum setti met. Hann er tann einasti útlendski spælarin, sum hevur 169 dystir í superliguni. Todi kom á besta liðið hjá Lyngby í 1994, og síðani eftir summarsteðgin í 1997 hevur hann verið í FCK.
Í síðsta umfarinum undan vetrarsteðginum fór hann fram um Dan Eggen. Norski verjuspælarin var í áttati og fyrst í níti árunum partur av góða Brøndby liðnum. Áðrenn hann kom til Brøndby hevði hann spælt í Frem, sum heldur til í Valby og tískil ikki er so langt burtur frá Brøndby.
At spælarar eru fluttir úr Frem og til Brøndby er ofta komið fyri. Frem er komið fyri seg aftur nú. Í áttati og níti árunum vóru teir í so mikið tungum sjógvi, at teir noyddust at snara lykilin um og flyta úr næstbestu deildini og niður í Danmarksseriuna. Nú eru teir aftur í næstbestu deildini, og teir ætla sær aftur í bestu deildina.
Meðan tað gekk illa hjá Frem, vísti kurvan hjá Brøndby tað nógva av áttati og níti árunum so at siga beint uppeftir. Kim Vilfort er dømi um ein spælara, sum spældi leingi í Frem og síðani flutti til Brøndby, har hann gjørdist liðformaður og ein av berandi kreftunum ? eisini á landsliðnum.
Per Wind telist millum teir, ið hava spælt longst og mest í bestu deildini í Danmark. Hann var málverji hjá Frem, tá besta deildin kallaðist 1. división, og hann var málverji fyrstu árini í superliguni. Hann vardi Frem málið í fleiri enn átta hundrað dystum. Nú er hann málmansvenjari í FCK.
Jákup frammarlaga
Umframt Toda Jónsson og Dan Eggen, so er tað bara ein útlendingur, sum hevur spælt fleiri dystir í bestu donsku deildini enn Herfølge málverjin Jákup Mikkelsen. Talan er um eingilsktmannin Julian Barnett. Hann var í áttati árunum vandamikil álopsmaður í m.a. Vejle og Kolding, sum eitt skifti var í bestu deildini.
Tað verður ikki leingi, áðrenn Jákup Mikkelsen fer at taka seg fram á triðja plássið. Fyrsta umfarið eftir vetrarsteðgin er á skránni sunnudagin 11. mars. Sambært skripanini skal Herfølge tann dagin spæla á útivølli ímóti Viborg. Tað hevur verið nógv tosað og skrivað um, at Jákup Mikkelsen skal skifta felag. Enn er einki ítøkiligt komið fram um hetta. Um Jákup Mikkelsen framvegis verður málverji í bestu donsku deildini, so fer hann 11. mars at verja Herfølge málið fyri 124. ferð. Hetta er tað dystartalið, sum Julian Barnett í síni tíð rakk.
Næstu útlendingarnir á danska listanum eru hollendingurin Willi Scheepers, sum varð skrásettur fyri 105 dystir, tá hann umboðaði AGF, Vejle og OB og síðani skotin Frank McNamara, sum í áttati árunum spældi eitt hundrað ferðir fyri felagið hjá Jákupi Mikkelsen, Herfølge, og fyri B1903, sum er annað av feløgunum aftanfyri FCK. Hitt liðið aftanfyri FCK er KB.