Todi fyribils stjóri í Fremad Amager

Fótbóltsfelagið Fremad Amager, sum føroyskir íleggjarar við Toda Jónsson á odda eiga, skal hava nýggjan stjóra. Hetta gjørdist greitt í dag, tá ið Nicolai Kaas-Heilmann av persónligum orsøkum segði seg úr starvinum sum stjóri. Í tíðindaskrivi takkar Fremad Amager Nicolai fyri sítt arbeiði fyri felagið, og boðar samstundis frá, at inntil nýggjur stjóri verður settur, fer Todi Jónsson at røkja starvið.

 

Nicolai Kaas-Heilmann traðkaði til í Fremad Amager, tá ið føroysku íleggjararnir tóku yvir. Hann kom úr einum líknandi starvi í felagnum HIK.