Todi: Hetta er ein nýggjur kapittul

Todi Jónsson er í dag settur sum nýggjur høvðusvenjari hjá NSÍ. Tað boðar felagið frá á heimasíðuni í kvøld. Talan er helst størsta navnið í føroyskari fótbóltssøgu

Mynd: (Tróndur Arge)

Todi Jónsson er í dag settur sum nýggjur høvðusvenjari hjá NSÍ. Tað boðar felagið frá á heimasíðuni í kvøld. Talan er helst størsta navnið í føroyskari fótbóltssøgu.

 

- Hetta er ein nýggjur kapittul í mínum lívi. Sjálvt um eg kenni meg á heimavølli, so eri eg spentur upp á framtíðina. Eg havi fyrr havt møguleikar at blíva høvðusvenjari. Tey tilboðini havi eg verið glaður fyri at fáa, men havi vinarliga takkað nei, tí eg ikki havi fingið tíðarkrevjandi venjarastarv at hanga saman við at hava smábørn, skrivar Todi Jónsson á Facebook.

 

- Nú fekk eg aftur møguleikan at blíva høvðusvenjari, og hesa ferð var eg ikki í iva. Yngsta dótturin, Nola, verður 10 ár um eina viku, og er eftirhondini sjálvstøðug. Tí er tíðin komin til, at royna hesa yrkisleiðina. Eg haldi fram sum umboð fyri Bacher Work Wear, sum er ein fyritøka, ið eg eri glaður fyri at vera í, og kunna hjálpa til við at hon heldur fram at veksa, sigur Todi Jónsson.

 

Hann skal velja besta mansliði saman við Poul Helga Jacobsen og Jens Martini Knudsen. Í Runavík gleðast tey eisini um, at Todi Jónsson er komin til felagið.

 

- Tá NSÍ nú satsar lokalt, so er Todi eitt upplagt val sum venjari. Hann kann geva íblástur til okkara lokala og relativt unga hóp. Longu í 2009 stovnaði hann TODI FODBOLD COACHING, sum bjóðar persónliga venjing til børn og ung. Við hesum royndum – sum yrkisleikari og persónligur venjari – er Todi Jónsson eitt natúrligt val til at útvikla okkara spælarar enn meira, sigur Dánial Hansen, formaður, við heimasíðuna hjá NSÍ.

 

NSÍ bleiv í fjør nummar fýra í landskappingini og kom í steypafinaluna, men tapti eftir brotssparkskapping.

 

Mynd: (Tróndur Arge)