LANDSLIÐIÐ
Ein av stóru yvirskriftunum á ítróttarsíðunum í Politiken í gjár var, at Todi Jónsson er á veg aftur á føroyska landsliðið. Teir hava tíðindini frá tíðindastovuni Ritzau, sum hevur tosað við Toda Jónsson.
? Eg havi einki sagt um nakra ítøkiliga avgerð, og um hatta er yvirskriftin í blaðnum, so hava teir spent bogan rættuliga nógv sammett við tað, sum eg havi sagt.
Hetta sigur Todi Jónsson, sum staðiliga undirstrikar, at hann er sera áhugaður í at spæla fyri Føroyar.
? Eg havi skilt á lagnum, at okkurt hevur verið frammi um, at eg ikki eri áhugaður í at spæla á landsliðnum. Tað harmist eg um. Í fjør gav eg fyribils avboð til landsliðið. Tá segði eg, at tað var av heilsuávum, og soleiðis er tað framvegis. Eg havi ikki hildið meg vera nóg væl fyri til at vera á landsliðnum.
Nær fert tú at boða venjaranum frá, um hann skal rokna við tær ella ikki?
? Tíbetur hevur tað gingið rætta vegin nógvu teir seinastu mánaðirnar. Tá Hans Backe kom til FCK í fjør, var eg skaddur, og eg hevði verið nógv skaddur. Hann nýtti góða sambandið, sum hann hevði til Eysturríki, har hann hevði verið venjari, og eg fór niður hagar. Har vandi eg, og tað hevur víst seg at hjálpa væl. Í hesum árinum havi eg ikki havt gomlu skaðarnar at dragast við. Nú fáa vit at síggja, hvussu tað verður við skaðum í heyst. Um tað framvegis gongst væl, tá vit fara undir fyrireikingarnar til seinnapartin av kappingarárinum, so fari eg at gera upp við meg sjálvan, um eg skal teljast millum landsliðsevnini ella ikki, sigur Todi Jónsson úr Keypmannahavn.
Tað vil siga, at tú verður ikki millum spælararnar, sum um miðjan oktober fara til Litava og Týskalands?
? Nei, tað verði eg ikki. Eg ynski landsliðnum alt tað besta, og eg fegnist um góða úrslitið, sum teir fingu ímóti Skotlandi. Eg fylgi teimum við stórum áhuga. Men samstundis er tað týdningarmikið fyri meg, at eg ikki eri skaddur í heyst. Um tað fer at gangast so mikið væl, so er møguleiki fyri, at eg seinni í vetur fari at boða landsliðsvenjaranum frá, at eg eri tøkur til landsliðið.
Todi Jónsson hevur ikki spælt so nógv við FCK síðstu tíðina, sum hann áður hevur gjørt. Kappingin um tey fremstu plássini á FCK liðnum er sera tøtt. Umframt Toda og Zuma, sum í vár vóru fastir á liðnum, eru Peter Møller og Jörgen Pettersson nú millum fremstu evnini til tey bæði álopsplássini.